Tey verjuleysu

Í grein vísir Turið Jacobsen á verjuleysu støðuna hjá teimum menningartarnaðu. Gott at ljós verður varpað á henda trupulleikan, tí hann er at kalla eitt eyðkenni fyri føroyska samfelagið. Bæði fyri tey menningartarnaðu, tey sjúku og tey gomlu

Í grein í Sosialinum vísir Turið Jacobsen úr Svínoy á, hvussu beiggin á almennum stovni er verjuleysur, tá ið trupulleikar stinga seg upp og hvussu manglandi rættindini hjá einum menningartarnaðum gera, at hann ikki fær umstøður at mennast.

 

Hon vísir eisini á, hvussu hesi rættindini í Danmark eru orðaðar fyriskipanir og at tú sum avvarandi í Føroyum kennir teg hjálparleysan, tá ið tú skal veita einum, tú varðar av, hjálp.

 

Vælferð bert fyri teimum frísku og røsku

Gott at hetta mál verður tikið upp til viðgerðar, tí hetta er helst ein nógv størri trupulleiki, enn tú gert tær far um í gerandisdegnum, um tú ikki ert ein av teimum, sum manglandi rættindi og hjálp rakar.

Hygg bert at teimum gomlu, sum hava lagt lunnar undir tí vælferð, vit í dag breggja okkum av - men væl at merkja bert vælferð fyri okkum frísku, sum ikki tørva hjálp og umsorgan.

 

Manglandi rættartrygd og viðgerð

Ert tú sjúkur, hevur tú onga rættartrygd, tí myndugleikarnir ikki fáa upp í lag at seta eina lóg um patienttrygd í gildi.

Ert tú raktur av heilabløðing ella blóðproppi, fært tú ikki tað neyðugu viðgerðina beinanvegin, sum er neyðugt, um tú skal hava møguleikar at koma teg.

 

Ongin upptrening

Og ta viðgerð, tú kanst fáa í 50 ára gomlu fyribils barakkunum við J. C. Svabosgøtu stendur ikki mát við ta viðgerð, tú kanst fáa í grannalondum okkara, sum vit errin samanlíkna okkum við. Ikki orsakað av ódugnaligum, men manglandi stavsfólkum - bæði ergoterapeutum, fysioterapeutum og sjúkrasystrum. Um neyðugu starvsfólkini vóru sett, hevði ikki verið neyðugt at sent patientarnar av landinum, tí viðgerðin tá hevði verið eins góð og uttanlanda. (Mær dámar ikki orðið sjúklingur, tí alt sum endar við “lingur” á føriskum er lítið, meðan patientur kemur av enska orðinum patient, sum merkir tolin).

Tú verður so útskrivaður - ikki tá ið tú kanst klára teg, men tá ið tey avvarandi kanska so dánt klára at vera um teg, men hjálp og framhaldandi upptrening er ein býur í Kina.

Nei so heldur í sjálvsøkni og hugmóði senda dønum 366 mió. kr. aftur hvørt tað einasta árið, tí at vit frísku kunnu klára okkum uttan henda peningi.

 

Visión 2015??

Segði nakar visión? Og segði nakar visión 2015? Eitt samfelag, sum ikki veitir rættindi, verju og hjálp til tey menningartarnaðu, tey sjúku og tey gomlu er eitt visónsleyst samfelag. Byrjið her, um tit meina nakað við tey fínu orðini.