TF samtakið 426 milliónir krónur í avlopi

TF samtakið hevði 426 mió. krónur í avlopi áðrenn skatt fyrra hálvár 2011. Eginpeningurin er nú 2.521 mió. kr. Keypið av Eik, ein óstøðugur fíggjarmarknaður og eldur umborð á Athenu ávirkaðu úrslitið hjá samtakinum munandi - og á bæði neiligan og jaligan hátt.

Tað sigur Tryggingarfelagið Føroyar í tíðindaskrivi.

Fyrr í ár keypti TF Holding P/F 70% í Eik Banki Føroya P/F, og er felagið í dag sostatt móðurfelag hjá bæði peningastovni, tryggingarfelagi og lívstryggingar- og pensjónsfelagi.

Roknskaparliga eru ymiskar avbjóðingar í hesum sambandi, eitt nú hvussu roknskapur skal uppsetast, nú banki eisini er partur av samtakinum.

Tryggingareftirlitið hevur tí útsett freistina til endaligu almannakunngerðina av sjálvari hálvársfrásøgnini fyri 2011. Roknskaparliga uppsetingin verður tó ikki mett at ávirka endaliga úrslitið hjá TF Holding P/F, og verður tí valt nú at koma við úrslitinum hjá samtakinum fyri fyrra hálvár 2011.

TF Holding P/F er eitt felag, hvørs endamál er at eiga m.a. dótturfeløg, umframt at gera aðrar íløgur bæði í Føroyum og uttanlands. Felagið eigur Tryggingarfelagið Føroyar P/F, Betri pensjón P/F, 70% av Eik Banki Føroya P/F og onnur ognar- og íløgufeløg.

Úrslitið fyrra hálvár er serliga ávirkað av keypinum av Eik Banki Føroya P/F, ið hevur havt eina sera jaliga ávirkan á samlaða úrslitið hjá TF Holding P/F, tó hevur altjóða fíggjarmarknaðurin ikki givið eins nógv av sær sum undanfarna ár. Hetta sæst aftur í úrslitinum hjá felagnum.

Samanumtikið er úrslitið hjá TF Holding P/F fyrra hálvár 2011 eitt avlop upp á 428 mió. kr. áðrenn skatt. Úrslitið áðrenn aðrar inntøkur gjørdist -6,3 mió. kr. Aðrar inntøkur góvu 432,4 mió. kr. Her er talan um inntøkuføring av “badwill” upp á 432,4 mió. kr. í samband við keypið av Eik Banki Føroya P/F fyrr í ár. “Badwill” er munurin millum útveganarvirði og roknskaparuppgjørda virði á yvirtiknu nettoognunum.

TF Holding P/F hevur í dag 2.112 mió. kr. í eginpeningi, meðan eginpeningurin hjá samtakinum íroknað minnilutaáhugamál er 2.521 mió. kr.