Tá alt fólkið var samlað, vit vóru 21 í tali, var ikki steðgað á fyrr enn í gamla Próstagarðinum úti á Nesi. Fyri okkum, sum ikki høvdu verið har áður, tað vóru tey allar flestu, var hendan vitjan áhugaverd. Hugsa sær til, at tá hesi húsini vóru bygd, vóru tey næststørstu hús í Føroyum, einans Amtmannsborgin var størri. Inni har fingu vit nógv at síggja og vita, blíðskapurin var góður, oman á fingu vit kaffi, te og vælsmakkandi køkur.
Av Nesi koyrdu vit til Æðuvíkar. Tey, ið har búgva, eru fyri ikki so langari tíð síðan heiðrað fyri væl hildna bygd, tað er hon eisini. Tá man sær alt tað slættlendi, ið har er, er væl hugsandi, at menn, ið hava havt hug til at velta upp úr nýggjum, hava búsett seg har. Lendið hevur verið dragandi á so mangan hátt.
Úr Æðuvík gekk leiðin til Runavíkar, har fingu vit ein góðan døgurða á John?s Restaurant. Síðan til Leirvíkar, har vit vitjaðu Báta- og Málningasavnið. Savnið er í einum stórum húsum niðri á bryggjuni, ið hevur verið pakkhús, og vísir seg at vera væl egnað til endamálið. Har er nógv áhugavert at síggja, eisini har var fólk, ið greiddu frá tí, ið inni var.
Við havnarlagið í Leirvík var so reint og ruddiligt, at tað kundi eingin gestur lata vera at bíta merki í.
Seinasta savnið, vit vitjaðu, var í Fuglafirði, har vóru vit inni í Piddasa handli og Riberhúsi, har eisini var áhugavert, eins og í teim plássum, vit høvdu verið í frammanundan, og har fekk tú eisini ta vitan, tú vildi hava.
Á loftinum í Riberhúsi keyptu vit okkum kaffi og køkur. Riberhús er pakkhúsið, sum hoyrir til handilin. Navnið fekk pakkhúsið av skipinum, sum førdi vøru til handilin. Skipið at »Riberhus«.
Úr Fuglafirði koyrdu vit til Elduvíkar, so gekk leiðin aftur til Havnar, har tey fólkini, sum komin vóru haðani, vórðu sett av, og so á Gomlurætt. Eg fór úr Skálavík kl. 7.00 á morgni og var aftur við hús kl. 20.00, ein langur men væl eydnaður dagur.
Hvør livir til næsta ár vita vit ikki. Men at túrurin næsta ár, um hann verður gjørdur, verður vestur í Vágar og ikki endar fyrr enn í Gásadali er lítið at ivast í.