Útferð við Westward Ho úr Vestmanna

Í morgin, leygardagin 20. juli 2013 verður skipað fyri útferð við sluppuni Westward Ho. Siglt verður úr Vestmanna eystur undir land. Um viðrar verður eisini siglt til Saksunar.

 

Á túrinum verður livandi tónleikur, og pylsur verður grillaðar. Farið verður úr Vestmanna kl. 15. Eisini er søgumaður hendan túrin.

 

Atgongumerki kunnu keypast á Magn í Vestmanna.

 

Tá ið komið verður aftur til Vestmanna, er møguleiki at fara á kafé í íbúðini í íbúðini hjá Niels hjá John.

 

Mynd: Finnur Andrésson/Westward Ho/FB

 

(Innsent)