Útflutningur av laksi
Útflutningurin av føroyskum alilaksi er næstan heilt hildin uppat.
Tað sigur Finn Rasmussen í Landshandlinum, sum selir nógvan laks og sum alla tíðina hevur fingurin á pulsinum á marknaðinum.
Sostatt kann staðfestast, at tíðindini um eiturevni í alilaksi hava nitið ógvuliga fast hjá brúkarunum kring um í Evropa.
Tá ið tíðindini um eiturevni í alilaksi bórust fyri næstan trimum vikum síðani, fór laksamarknaðurin í botn frá einum degi til annan og fólk hildu at kalla uppat at eta laks.
Tíðindini fóru sum eldur um allan heimin og í Evropa gjørdu bæði sjónvarp, útvarp og bløð nógv burturúr.
Og reaktiónin hjá brúkarunum koma eisini alt fyri eitt og sølan av alilaksi helt púra uppat nógva staðni.
Tá vónaðu útflytarar, at hetta var bara eitt upplop og at óttin fyri at eta alilaks fór at hæsa av.
Síðani hava teir fylgt spentir við marknaðinum í teimum ymsu londunum kring um í Evropa.
Men fyribils sær tíverri ikki út til, at óttin fyri at eta alilaks bara var eitt upplop.
Útflytarar mugu nevniliga enn ásanna, at gongd er ikki komin á aftur søluna av laksi enn.
Verri enn so.
Sum vit stúrdu fyri
Finn Rasmussen sigur, at gongdin hevur verið sum hann stúrdi fyri.
Og tað, hann stúrdi fyri, var, at tað fór at vera eitt ógvuliga møtimikið tiltak at fáa fólk at eta laks aftur eftir at kanningin varð gjørd.
?Síðani hendan matvørugølan hevur tikið seg upp, hevur tað verið at kalla ómøguligt at selt laks.
Hann sigur, at tað hjálpir ivaleyst upp á støðuna at føroyskir myndugleikar sendu eina formliga fráboðan út um føroyskan laks.
?Hendan fráboðanin hevur eisini fingið fitt av umrøðu í fjølmiðlunum.
Men hon kom bara alt ov seint
Finn Rasmussen heldur, at fráboðanin úr Føroyum skuldi komið beinanvegin, ímeðan tíðindini enn vóru ovast á breddanum kring um í Evropa. Men tað gekk ein heil vika til hon kom og tá var gassið farið av og tá sat óttin fyri at eta laks longu so fastur, at hitt beit ikki reiðiliga á.
Sosatt er tað ivingarsamt um fráboðanin úr Føroyum hevur gjørt ta stóru ávirkanina á vanliga brúkaran.
Annars sendi landshandilin sjálvur sínar egnu fráboðanir út og tað tilfarið hava millumhandlarar kring um í Evropa brúkt.
Ávísir glottar
Finn Rasmussen sigur, at fyri føroyskan útflutning av alilaksi var tað tvífalt óheppið, at tað varð basunerað út um allan heim, at tað eru so nógv eiturevni í alilaksi.
?Prísurin á alilaksi var á veg uppeftir aftur. Men tá ið kanningin varð almannakunngjørd og fólk hildu uppat at keypa laks, fall prísurin aftur munandi. Og nú er prísurin einar tríggjar krónur lægri til alaran enn hann var, beint áðrenn kanningin varð kunngjørd.
? Í løtuni fær alarin ikki meiri enn 16-17 krónur fyri kilo áðrenn slakt. Áðrenn gølan tók seg upp, var prísurin einar tríggjar krónur hægri og tað hevur ógvuliga nógv at siga hjá eini vinnu, sum er á markinum.
? Sostatt hevur kanningin havt sera stóra ávirkan og hon hevur avgjørt verið steinur oman á byrðu hjá teirri hart trongdu alivinnuni í Føroyum.
Prísfallið hevur eisini gjørt sítt til, at so at siga ongin laksur verður sendur á marknaðin, tí tað er nyttuleyst.
Í gjármorgunin ringdi hann runt á ymsar marknaðir fyri at skatta dýpið.
? Og tað, sum sagt verður á marknaðinum í Spania, Fraklandi og aðrastaðni í Suðurevropa, er, at nú tykist sum um at ein pikkalítil glotti er fyri framman og at sølan av laksi er kvinkað eitt lítið sindur upp eftir aftur, og at gongd er við at koma í aftur.
Men framvegis er sølan bara ein viðfáningur av tí, hon hevur verið.
Kortini leggur Finn Rasmussen dent á, at vit skulu heldur ikki gloyma, at vanliga verður ikki nógvur laksur keyptur fyrst í árinum, so tað ávirkar eisini støðuna.
Tì vónar hann, at tað kemur at meiri gongd á aftur, sum tað líður eitt sindur út á árið.
ð