Frá november 2018 til oktober 2019 útfluttu vit fyri 9,3 milliardir krónur. Tað er ein vøkstur uppá 1,3 milliardir krónur í mun til eitt ár frammanundan, tá ið útflutningurin var 8 milliardir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 17 prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Vøksturin er í fiskavørunum. Útflutningurin av laksi vaks við 713 milliónum krónum, makrelurin við 380 milliónum krónum, toskurin við 310 milliónum krónum og sildin við 141 milliónum krónum.
Minkingin var størst í bólkinum ”Annar fiskur”, har útflutningsvirði minkaði við 231 milliónum krónum.
Í yvirlitinum hjá Hagstovuni verður býtt upp í tríggir bólkar: Fiskavørur, skip og flogfør og aðrar vørur. Ferðavinnan og tænastur eru ikki við í yvirlitinum.
##med2##
Innflutningurin vaks við hálvari milliard
Vit innfluttu vøru fyri 8,1 milliardir krónur í mun til 7,6 milliardir sama 12 mánaðar tíðarskeið eitt ár frammanundan. Tað svarar til ein vøkstur á 7 prosent.
Vøksturin stavar serliga frá innflutningi av skipum og flogførum, har innflutningurin vaks við 559 milliónum krónum. Í bólkinum ”Tilfar til annan ídnað” vaks innflutningurin eisini nógv, nevniliga við 196 milliónum krónum.
Í hinari síðuni minkaði innflutningurin av maskinum og amboðum við 273 milliónum krónum.
Innan hinar vørubólkarnar vóru ikki so stór sveiggj í.
Sostatt var avlopið av uttanlandshandlinum við vørum 1,3 milliard seinasta árið mótvegis 400 milliónum krónum árið fyri, skrivar Hagstovan skrivar.
##med3##