Útgávukonsert í Listastovuni í Miðvági

Leygarkvøldið 20. august verður útgávukonsert í Listaastovuni í Miðvági (dyrnar lata upp kl. 19).

 

Tað skrivar Vága Kommuna á heimsíðu sínari.

 

TÍVILS DØTUR er heiti á nýggjari fløgu, sum bólkurin Kata gav út tann 27. juli í ár. Sangarar í bólkinum Kata eru: Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen, Eyð Berghamar Jacobsen, Greta Svabo Bech og Unn Paturson.

 

Kata hevur síðstu tíðina arbeitt við føroyskum, aldargomlum sangum, útsettir fyri kvinnurøddir. Sangirnir fevna breitt – úr tí heldur lætta, skjaldrasliga og skemtiliga, og søgur úr ævintýrkendum heimum, til frásagnir um dramatiskar kvinnulagnur, og ein spøkilsisvísa.

 

Arbeiðið tekur útgangsstøðið í bókunum hjá Marionnu Clausen (19472014), har hon skrivaði niður siðbundin føroysk løg, sum hon fann á gomlum upptøkum.

 

Kórútsetingarnar hava hava Unn Paturson og Greta Svabo Bech gjørt. Útsetingarnar fyri røddir eru gjørdar út frá laglinjum, sum føroyskir sangarar hava sungið inn á band frá 1902 til dagin í dag.

 

 

Upptøkurnar hevur Rógvi á Rógvu gjørt í Ólavskirkjuni í Kirkjubø, Finnur Hansen hevur ljóðblandað, og Óli Poulsen hevur mastrað. Húsan hevur Uni Árting gjørt, og Finnur Justinussen hevur tikið myndir. Í húsanum greiðir Tóta Árnadóttir frá um sangirnar. Unn Paturson hevur framleitt.