Útgávukonsert við Høgna Reistrup og bólki

Í kvøld klokkan 20.30 verður konsert við Høgna Reistrup, Budam og Sleepless Ghost í Tøting.

Nýggja plátan »Samrøður við framtíðina« kom út fyri kortum. Hon er tikin upp í Føroyum og ljóðblandað í Íslandi.

 

Janus Rasmussen hevur framleitt. Tónleikararnir í Tøting 29. desember eru:

 

- Knút Háberg Eysturstein, synth.

- Heðin Ziska Davidsen, gittar

- Høgni Lisberg, trummur

- Ísak Sambleben, bas

- Janus Rasmussen, synth.

 

 

Budam:

Er tónlistanavni hjá Búa Dam, ið flest fólk við áhuga fyri tónleiki kenna væl.

 

Budam hevur útgivið tvær framúr góðar fløgur, tann seinna við heitinum "Man", ið hevur fingið framúr goð ummæli kring alt Europa. Góðu ummælini eru eisini fult uppiborin, tí "Man" er onki minni enn eitt tónlistarligt meistaraverk. Afturat tí, hevur Budam eisini framúr góðar pallframførðslur.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Høgni Reistrup og Budam spæla í Tøting.

 

Sleepless Ghosts.

 

Bólkurin "Sleepless Ghosts" er ein instrumentalur tónlistabólkur, ið summi kanska kundu funni uppá at bólka undir onkra eksperimenterandi post-rock líkjandi sjangru, og fer hóskvøldi at spæla sína fyrstu almennu konsert.

 

Limirnir eru:

 

- Dan Andreasen: Synthar og programmering

- Hjørtur Lamhauge: Bass og Synth

- Geir Mohr: Guitar

- Fríði Paulason Hentze: Trummir

 

www.facebook.com/sleeplessghosts

 

Konsertin verður í kvøld 29. desember klokkan 20.30.