Útgerðarhavn

Tað er sindarligt at síggja hvussu, Føroyingar aka á berum skalla

Alvin Joensen



Eitt tað fyrsta, man burdi hugsa um, nú loysingin stendur fyri durum, burdi verið at spart har sparast kann, og brúkt teir møguleikar, sum eru til staðar, í samfelagnum í dag, og ikki gera dýrar óneyðugar loysnir, bert fyri at tað heila skal verða so stórt og hábærsligt.

Fyri nøkrum árum síðani bleiv bygt í Akrabyrgi, stórt, flott og dýrt. Men nyttan við hesum byggjaríi, man verða minimal, sum støðan er í dag. Hevði hendan støðin ikki verið, sera væl egna til MRCC støð? Nei eg bert hugsi. Tað er møguligt at tað verður for bíligt at brúka. Støðin er jú har og tað skal nok ikki gerast so nógv við hana, áðrenn hon kann brúkast til MRCC støð. Og so liggur hon eisini i Suðuroy? Ikki tí, tað man ikki verða so nógv arbeiðspláss sum koma burtur úr eini slíkari støð. Men alt fløvar. Kanska vit kundu spart nakrar, av okkara sjalvstýriskrónum her. Tí onki er at ivast í, at tað landsstýri ætlar í dag, eru burturspiltir pengar. 20 mió. til keyp, (10 mió. til umbygging). Ein loysnin kundi verið, at 10 mió. vórðu brúktar til (umbygging), av støðini i Akrabyrgi, og hinar 20 mió. fóru til at gera eina útgerðarhavn Í Vági. Soleiðis hevði man kunna skapt nøkur brúkilig, verandi virðir í samfelagnum. Tí sum er, høvdu norðingarnir onki mist uppá hetta, vit í Suðuroy eru ikki førir fyri at geva tað tænastu sum skal til, so her hevði verið ein møguleiki hjá virkjunum norðanfjørðs, ikki bert í sambandi við oljuna men, eisini virksemi í Suðuroy. Møguligt. Tað hevði verið løgi um virkini Norðanfjørðs, longu standa klár til hesa avbjóðing?

Tá ið man hevur verið á rannsóknarferð í Suðuroy, á Drelnes kl.12, norður aftur kl.14, man tað hava verið við vilja, ella bert fyri at undirstrika, støðuna í samferðsluni til Suðuroy, og facilitetirnir her, tað er heldur ikki so nógv at hyggja eftir. Men mátin sum tað heila verður bygt uppá, er undir alt lágmark.