Týskvøldið vísti MTV triðju sendingina av MTV A Cut, og tá sendingin var av, vóru einans fýra bólkar eftir, The Dreams var ein av teimum. Verri gekk hjá týsku The Roosters og bretsku Dirty Feel, sum vóru sendir heim so tætt við málstrikuna.
Eftir eru fýra bólkar, umframt The Dreams er tað donsku the Alpine, italsku Frost og bretsku Youth of Britain. Nú skulu tveir bólkar afturat sáldast frá. Teir báðir, ið eru eftir verða sendir í upptøkuhølið í London at spæla eitt egið lag inn. Síðan fara hesir báðir bólkar við flogfari til eina Anastacia konsert onkra staðni í Týsklandi, har avgerðin verður tikin um hvør hevur vunnið, og sostatt skal hita upp fyri Anastaciu framman fyri teimum 35.000 áskoðarunum.
Í sendingini í kvøld var ein røddavenjari og lærdi teir ymisku sangararnar at gera venjingar við røddini, og Hans Edward sangari í The Dreams, vísti sína heilt egnu røddarvenjing, og ropaði á MTV. Anastacia var skelkað.
Tá vit ringdu til The Dreams týskvøldið vandu teir. Hans Edward segði, at antin vandu teir til at hita upp fyri Anastaciu ella til Global Battle of the Bands. Bólkurin hevur skrivað undir eina avtalu um tagnarskyldu og sleppir tí ikki, at siga hvussu langt teir sleppa í kappingini, fyrr enn tað er sent á MTV.
Triðja MTV A Cut sendingin verður endursend mikukvøldið og hóskvøldið kl 17.00. Fríggjakvøldið kl. 18.00 verður síðsta innleiðandi sendingin og næsta mikudag kl. 18.00 verður finalan send.