The Dreams fara at spæla góða, gamla føroyska tilfarið, vit øll kenna, men eisini sangir av nýggjastu fløguni ”Den nye by”, sum hava ligið ovast á Boogie listanum í tveir mánaðir.
Fyri tveimum árum síðani fluttu ungu menninir í The Dreams, sum eru úr Havn, til Danmarkar at royna eydnuna á útlendska tónleikamarknaðinum. Væl hevur gingist.
Nú The Dreams eru heima á jólum, fer Frítíðarskúlin í Hoyvík at varpa ljós á eitt væleydnað ungdómstiltak, sum The Dreams í veruleikanum eru.
- Neyvan hevur nakar ungur tónleikabólkur, ið spælir punk, vunnið so stóran og skjótan frama sum The Dreams. Konsertin er ætlað sum eitt trivnaðarátak millum børn og ung í skjótast vaksandi øki í Tórshavnar kommunu, sigur Levi Mørk, leiðari á Frítíðarskúlanum í Hoyvík.
Hann leggur dent á, at tiltakið verður hildið í rúsfríum karmum. Hetta merkir at fólk, ið eru ávirkað, sleppa ikki inn til konsertina í Hoyvíkshøllini.
Verður peningaligt avlop, fer ágóðin til ungdómsarbeiði hjá Tórshavnar kommunu í Hoyvík.
Nýggja stjørnuskotið, Ann Anthoniussen, verður eisini við á konsertini. Ann Anthoniusen er 18 ára gomul. Hon er nógv frammi við sínum nýggja lagið ”Nice”.
Jákup Veyhe er frásøgumaður, og DJ luttekur eisini.
Atgongumerki til jólakonsertina við The Dreams kunnu keypast á www.teleshop.fo, har 850 atgongumerki verða sett til sølu. Eisini ber til at keypa atgongumerki í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og í Telebúðini hjá Føroya tele í Havn.
Kostnaðurin er kr 150,00, men konsertin er treytað av nóg stórari luttøku.