Kári á Rógvi
Christian VII kongur var býttur á skinnum og fór smátt, í øllum førum, um vit skulu trúgva tí bókliga danska uttanríkisráðharranum Per Stig Møller. Hóast Føroya løgting einmælt vildi hava fullan limaskap í norðurlandaráðnum, so boðaði hesi klóki maður frá, at tað bar ikki til, "tí drottningin kann ikki býtast sundur."
Tey flestu munnu kenna Karnov bøkurnar. Tær plaga at standa í bakgrundini, tá juristar eru í sjónvarpinum og skulu síggja lærdir og klókir út. Hyggur tú eftir, sært tú, at elsta lógin í Karnov er "En Grundlov om Indfødsretten." Henda grundlóg staðfestir, at øll tey eiga borgararætt, sum eru danir, norðmenn, holsteinarar ella tey, ið eru javntsett við hesi. Kongur sipar í grundlógini til "alle vore riger og lande."
Týðiligt er, at Danmark søguliga hevur drúgvar royndir av at vera í samveldi við onnur lond. Ikki bara í samveldi við onnur ríki - Noreg og Holstein - men hesi ríki vóru eisini hvør sær í samveldi við tengd lond - Slesvík, Ísland og Føroyar - fyri bert at nevna nøkur. Danski kongurin var multi-etniskur kongur í polysentriskari fødera-tión; hann var samstundis kongur av Noregi, hertogi av Holstein og Slesvig og ymist annað afturat. Protokollirnar frá stjórnarfund-um kongs, sjálvt eftir at ríkisgrundlógin var samtykt, vísa okkum, hvussu kongur skifti ímillum at viðgera donsk mál á donskum og mál hjá hertugadømunum á týskum. Sum holsteinskur hertogi var dana-kongur limur í týska samveld-inum.
Tann gløggi lesarin má gera upp við seg sjálvan, um tað er grátiligt ella láturligt, at Per Stig, ið hevur skrivað tjúkkar bøkur um politikk og bókmentir, sigur sovorðið tvass. Hvørki drottningin ella danska ríkisgrundlógin ella nakað annað í donsku stjórnarskipanini forða føroyskum limaskapi.
Føroyskur limaskapur í norðurlandaráðnum, eins væl í so mongum øðrum altjóða felagskapum velst um trý ting: hvat vilja Føroyar, hvat vil Danmark, og hvat vil viðkomandi felagskapur. So einfalt er tað.
Tað er ikki lov
Millum danskar advokatar veður tað hildið at vera tekin um, at tap er í hendi, um advokatur tekur til grundlógina. Danska ríkisgrundlógin er millum minst týðandi juridisku tekstir, Tað er neyvan ein einasta áseting í henni, sum ikki so ella verður tulkað antin ímoti upprunatýdningi, upprunameinig, orðaljóði ella eldri tulking.
Men tó eydnast tað ferð eftir ferð hjá donskum politikarum og ?færøekspertum? at fremja síni egnu áhugamál við at vísa til ríkisgrundlógina, sum um at himmalin datt niðuryvir okkum, ella altjóða grundlógarpolitiið rykti út, tá orðingar í grundlógini ikki verða hildnar.
Hilbert amtmaður megnaði tað, og Per Stig tykist eisini at megna tað. Tíbetur hevur tó mangan glógva í føroyingum. Tá føroyingar eftir seinna heimsbardaga royndu at samráðast um nýggja skipan, royndu danir seg eisini við argumentum um, at tað bar ikki til at fara longur enn eitt vist. Hetta førdi við sær, at føroyingar fingu ?tilboðið? um broytta amtsstøðu, sum varð vrakað á fólkaatkvøðuni. Men menn sum Petur Mohr Dam lótu sær ikki lynda og samráddu seg til heimastýrisskipanina, ið uttan nakran iva hevði fingið tummilin niðureftir frá flestu juristum.
Tá danir nøkur ár seinni endurskoðaðu ríkisgrundlógina, søgdur teir lógkønu, at heimastýrisskipanin mátti vera í samsvari við grundlógina, tí annars var jú ikki vorðin til. Tað er júst hetta, sum ger tað so lætt at fáa føroyska limaskapin í norðurlandaráðnum uppá pláss. Hava vit fyrst fingið hann, so "er formodningur fyri, at hann er í yvireinstemmilsi við grundlógina."
Eisini stríðið um undirgrundina er gott dømi um, at hóast danir í mong ár søgdu, at tað ikki var lov at yvirtaka hana, so megna føroyingar við Atla Dam á odda at yvirtaka hana kortini. Nú verður spennandi, um Jóannes Eidesgaard ger teimum bragdið eftir, og fær nakrar uttanríkisheimildir og limaskap í viðkomandi felagskapum uppá pláss.
Kanska
Føroyingar eru merktir av orðinum kanska. Kanska vilja vit hetta, kanska hatta. Føroyingar megna sum oftast antin at vera mitt í eini meining ella hava fleiri mótstríðandi fatanir samstundis. Síðani eru vit so óførir at býta okkum sundur í nærum eins stórar bólkar og vera samdir um at vera ósamdir.
Hetta er spell, tí kanna vit nærri, so eru føroyingar ofta samdari, enn teir halda. Føroyingar eru samdir um, at Føroyar eru land við egnum stovnum og lógum, at føroyingar eru tjóð við áhaldandi rætti at skipa viðurskifti síni, eisini í felagskapi við onnur. Vit eru ósamd um, hvørt tað er ráðiligt og skilagott loysa frá Danmark, og nær tað skal vera, men ikki ósamd um, at tað ber til at loysa frá Danmark.
Hetta sigur okkum, at støðan hjá Føroyum velst um tríggjar ymsar skipanir, tríggjar ymsar "jurair." Talan er um okkara egnu tjóðskaparligu skipan, Føroya fólk hevur í meiri enn 1200 ár bygt hetta landið við stovnum og lógum. Síðani er samveldisskipanin, vit hava viðurkent at vera í samveldi við onnur lond og ríki, í verandi støðu í samveldi við Danmark. Loksins er altjóða skipanin, tann skipan, sum lond, ið viðurkenna hvørt annað, hava skapað og mýkt í sáttmálum og atburði.
Føroyingar eiga at kenna allar hesar skipanirnar og skilja, hvussu tær samvirka. Serliga mugu vit ikki gloyma, hvør teirra, sum kom fyrst. Tað er ikki altjóða lóg, ið heimilar statum at vera til, tað er heldur ikki heimastýrislógin, sum heimilar føroyskum myndugleikum at vera til. Heldur er tað føroyska sjálvsfatanin, ið ger okkum til land og fólk; okkara samtykt í verki, sum knýtur okkum saman við Danmark og Grønlandi; og síðani er altjóða lóg tær samtyktir og tann atburður, ið við-føra sínámillum rættindi og skyldur.
Um atljóða lóg er tó at siga, at tað ber so illa til at hevda hana - at hon nærum ikki er nøkur rættarskipan. Føroyingar kunnu ikki trýsta á "sjálvsavgerðarrætt" og so velja, um "frælsur felagsskapur," ella "fullveldi," ella okkurt annað skal detta av sær sjálvum úr teirri fólkarættarligu automatini.
Altjóða rættindi eru svikalig, komandi og farandi. Tað mest týðandi hjá okkum at gera, er at kenna allar hesar skipanir, kenna stjórnarsøgu okkara, og halda fast um, at hvat enn altjóða lóg og lógin hjá samveldisfeløgum okkara so siga, so hava vit sjálvsagerðarrætt eftir okkara egnu skipan.
Politikkur vinnur altíð á jura, um viljin er til tess. Politikkur er veruleikin, meðan jura er eygleiðingin. Per Stig roynir at brúka eygleiðingina til at siga, at okkurt er galið við veruleikanum. Veruleikin er tann, at Danmark hevur ongantíð verið nakar eindarstatur, men hevur altíð verið í einhvørji samveldisstøðu. Veruleikin er, at tað ber væl til at hava fleiri løgdømi í sama ríki. Tað ber eisini til at hava fleiri grundlógir í sama ríki. Í konga-ríkinum Niðurlondum (Hollandi), hevði Holland sína grundlóg, síðani fingu atlondini Aruba og Antillurnar hvør sína grundlóg, og so gjørdu tey bara eina "supergrundlóg" omanfyri hinar tríggjar. Danski kongurin viðurkendi sjálvur, at Ísland fekk egna stjórnarlóg longu fyri 130 árum síðani, hann gjørdist eisini íslendskur kongur, danska ríkisgrundlógin loyvir honum nevniliga at býta seg sundur og vera kongur í fleiri londum.
Soleiðis er lívið so mangfoldugt. Alt ber til, bert viljin er til staðar. So, Per Stig: "nu skal du ikke komme her...."
Nýliga útkomnu bøkurnar:
The Right to National Self-Determination - The Faroe Islands and Greenland
Bók við 10 greinum um søguna, støðuna og møguleikarnar hjá Grønlandi og Føroyum í altjóða lóg og í altjóða høpi. Skrivað greinarnar hava millum aðrar Ole Espersen, professari og fyrrverandi dansku løgmálaráðharri, Guðmundur Alfredsson, professari, Bogi Eliasen, samfelagsfrøðingur, og Sjúrður Skaale, ið hevur ritstjórnað. Altjóða løgfrøðiforlagið Martinus Nijhoff Publishers í Leiden og Boston gevur út.
Kilder til Færøernes og Grønlands Historie
Yvirlit yvir og brot úr umleið 300 áhugaverdum søguligum keldum, serliga frá umleið 1946-48 og 1952-53, umframt analyserandi greinar um keldurnar. Sjálvar keldurnar verða at finna á heimasíðu eftir nýggjár. Maria A. Heinesen og Hallbera West hava savnað keldur, og Mininnguaq Kleist og Annfinnur í Skála hava skrivað greinar. Føroya Fróðskaparfelag gevur út.
Dansen i Geneve
Stuttsøgusavn við frásagnum um, hvussu altjóða lóg verður til. Høvuðspersónurin umboðar Grønland í altjóða høpi, og lesarin far umframt aðrar upplivingar innlit í, hvussu veiðirættindi, sjálvsavgerðarrættur og sjálvstýri verða skapað og mýkt í verki. Hans Jacob Helms, ið er dani føddur og uppvaksin í Grønlandi og sjálvur hevur umboðað Grønland, hevur skrivað søgurnar. RIES í Danmark gevur út.