Eftir at hava givið 4 sangir út á iTunes, hevur bólkurin The Least nú fingið framleitt teirra fyrsta videolag. Videolagið er av sanginum Hope Will Find
A Way, sum var næsta útgáva hjá bólkinum. Tað er felagið RACLIP, sum hevur framleitt videolagið, saman við bólkinum.
Hetta er fyrsta videolagið hjá bólkinum, men heilt sikkurt ikki tað síðsta, tí fyrireikingar til fleiri, eru longu farnar í gongd.
Videolagið kann síggjast niðanfyri hesa grein.
Meir um bólkin kann lesast á teirra heimasíðu: www.theleastmusic.com
Mynd: eybii