LAT tað vera sagt her, at SVF gjørdi eitt gott arbeiði, ikki minst megnaði Bogi Gotfred sera væl at stýra og standa fyri orðaskiftinum. Hetta vita vit er eingin løtt uppgáva. Pallborðslutakararnir fingu høvi at siga sítt, men fingu so sanniliga eisini spurningar, ið vóru bæði relevantir og uppfylgjandi. Gott í teg Bogi. Men Krosskast og hini innsløgini vórðu eisini áhugaverd, hóast vit vita, at tað er eingin løtt uppgáva at fara inn í ein skúlaflokk at lýsa eitt slíkt eldfimt evni sum fullveldi. Orsøkin til at vit her taka fram drúgvu sjónvarpssendingina er fyri at vísa á, hvussu stóran týdning ikki bert sjónvarpið men øll pressan hevur til tess at byggja brýr millum politikarar og vanliga fólkið. Upplýsing er eitt. Annað er hvørji sjónarmið koma ella sleppa fram. Nettupp sjónvarpið hevur eina so ótrúliga ávirkan á fólkahugsanina, tí hesin miðil er so nærverandi. Hetta setir so sanniliga eisini stór krøv til bæði journalistar og politikkarar. Journalistarnir hava skyldu til - og hetta fevnir um allar miðlarnar - informativt og krittiskt at lýsa øll sjónarmið í hesum stóra álvarsmáli. Politikararnir hava hinvegin skyldu til ikki at misbrúka miðlarnar við at bera fram ósannindi. So bæði journalistar og politikarar hava hvør á sínum øki ábyrgd av, at tann demokratiska prosessin, tilgongdin, livir og mennist.
PALLBORÐSORÐASKIFTIÐ í Læraraskúlahøllini var áhugavert, tí tað setir nøkur viðurskifti uppá pláss. Tú fær at vita, hvat flokkarnir standa fyri, og hvar teir eru ósamdir. Men tað er líkasum, at her manglar ein dimensión. Nevniliga, hvat flokkarnir krevja/ynskja av hvørjum øðrum fyri at ganga við til semjur. Hvussu langt vilja t.d. flokkarnir í Tinganesi ganga javnaðarflokkinum á møti, og hvussu langt vil javnaðarflokkurin ganga teimum á møti? Hetta er eftir okkara tykki ?the missing link? í debattini, sum tó júst er byrjað av álvara. Tí fara vit helst at hoyra meira til júst hetta manglandi liðið í komandi orðaskifti. Ber í heila tikið til at finna tað? Tað er eisini greitt, at enn er tørvur á upplýsingum til tess, at Føroya fólk kann taka støðu. Hvítabók er so ein partur av tí informatión, ið skal liggja til grund fyri komandi avgerðum. Men hon er ikki nóg mikið í sær sjálvum, gevur ikki øll svar. Tað verður tí áhugavert at frætta, hvat serfrøðingarnir hjá F. Arge koma við, og hvussu tann informatiónin skal brúkast? Løgmaður vil hava breiða semju. Og tað er júst her ?the missing link? kemur inn í myndina. Hvat vil tað siga at fáa eina breiða semju. Áhugvert verður at hoyra, hvat løgmaður sjálvur leggur í hesi orð.