TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið, sum var við kenda dart-spælaran, Kristian Joensen í sendingini SportBoxin, sum var á Rás2 í morgun.
Prátið snúði seg í høvuðsheitum um FM í Dart, sum verður í Skopun hetta vikuskiftið. Tróndur Arge fekk Kristian Joensen at meta um hvørji eru favorittar til at fara avstað við FM-gullinum. Nomið var eisini við persónligu vónirnar hjá Kristiani Joensen, sum er royndur dartspælari.
Kristian Joensen er í darthøpi eisini kendur sum "The Mouth", og hann greiðir frá hvussu hann fekk hetta eyðknevnið.