Hetta vikuskiftið verður fyrsti filmurin um hin víðagitna Harry Potter frumsýndur fyri almenninginum, bæði her í USA og í Europu. Enntá frætta vit, at filmurin eisini verður sýndur í Havn longu nú. Eitt sindur snópið, at vit, sum hava okkara dagligu gongd í Hollywood, ikki kunnu hava tann framíhjárætt at sleppa at síggja Harry Potter áðrenn tit í Havn!
Sjónvarpið hevur á øllum rásum ta seinastu tíðina sent lýsingar og kut úr filminum. Longu 2 vikur undan fyrstu sýningini, byrjaðu biohallirnar at selja atgongumerki, og vit vóru sjálvandi í góðari tíð, og keyptu atgongumerki alt fyri eitt. Einki og eingin skuldi nokta 11 ára gamla Halgiri at síggja Harry Potter frumframsýndan. Halgir hevur lisið ensku bøkurnar á tamb fimm ferðir, umframt at hann eisini hevur lisið tær báðar føroysku bøkurnar, ið higartil eru komnar út. Teir seinastu 2-3 mánaðirnar hevur hann talt dagarnar til tann 16. november, tá hann umsíðir skuldi sleppa at síggja filmin, og hann hevur longu tryggjað sær at sleppa at síggja hann fleiri ferðir. Fyrst saman við okkum gomlu og seinni saman við fastrini, sum ikki fær komið við til frumframsýningina.
Halgir hevur tó stóra skomm av foreldrunum, sum ikki hava lisið Harry Potter enn. Omman í Hoyvík er byrjað, og kanska foreldrini fara í holt við bøkurnar, tá tey hava sæð filmin. Foreldrini hjá flestu vinfólkunum hava langt síðani lisið bøkurnar, og ein vinmaður Halgirs segði mær, at foreldur hansara hava bøkurnar á bandi, soleiðis at tey kunnu lurta í bilinum. Tað er snilt, tí í einum stórbýi sum Los Angeles fer nógv tíð í bilinum. Tá vit fluttu higar fyri hálvum fjórða ári síðani, undraðist eg mangan á, hvat amerikanarar kundu finna uppá at gera í bilinum: Eta, drekka, smyrja sær og so sjálvandi hitt ónevniliga, sum tey sambært amerikonskum filmum tíðum nýta baksetrið til. Nú ein morgunin mátti eg tó flenna, tá ein maður sat og rakaði sær av einslistum, meðan hann bíðaði eftir grønum ljósi. Tað skal sigast, at hann brúkti maskinu, og ikki sápu og knív!
Í skrivandi stund, sum er ein vika áðrenn tú lesur hetta bræv, siti eg við fartelduni á einum hotellkamari í Las Vegas, higar vit eru komin at halda føðingardagin hjá manninum í húsinum. So eg fari at skunda mær út í poolin, har maður og børn bíða. Hóast november er nærum hálvur, er heitt her, og sólin skínur av bláum himli, so hjá okkum er dagliga klædnadraktin bikini, og ikki kavadrakt og vøttir, sum børn og vaksin í Føroyum er ballað í hesa ársins tíð. Onkran framíhjárætt skulu vit hava, tá vit nú ikki sleppa at síggja Harry Potter í Havnar Bio......!