Thisted misti sigurin í yvirtíðini

Heini Fossdalsá Sørensen skoraði fyrra málið hjá Thisted

Heini Fossdalsá Sørensen og Daniel Johansen vóru við frá dystarbyrjan, tá Thisted tók ímóti FA 2000 á heimavølli í niðara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Heini legði Thisted á odda tá eitt korter var farið av dystinum.

 

Í seinna hálvleiki vóru teir hjá Thisted sera óhepnir. Tá 16 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki gjørdi málverjin hjá Thisted, Andreas Raahauge eitt ordans dropp, og so var støðan 1-1.

 

Tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini fekk Emil Seedorff Thisted á sigurskós aftur, men fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Louis Christoffersen fyri FA 2000, og so fekk Thisted bara eitt stig. So lagnan var ikki Thisted blíð í seinna hálvleiki. 

 

Thisted er tó røttu megin niðurflytingarstrikuna, men bara akkurát. Thisted er triðaftast við 28 stigum. HIK er næstaftast, eisini við 28 stigum. Thisted hevur minus 21 mál, meðan HIK hevur minus 23 mál. Bert eitt stig aftanfyri Thisted og HIK er Brabrand við 26 stigum.

 

Beint frammanfyri Thisted og HIK er FA 2000 við 29 stigum, so tað er sera tætt og spennandi í niðurflytingarstríðnum. 

 

Komandi leygardag klokkan 14 tekur Thisted móti Brabrand á heimavølli í næstseinasta dystinum hetta kappingarárið.

 

Seinasti dysturin hjá Thisted verður leiktur á útivølli móti Skive, leygardagin 15. juni.