Thisted tapti fjórða dystin á rað

Gongdin er tung hjá Heini Fossdalsá Sørensen og liðfeløgunum í Thisted

Heini Fossdalsá Sørensen var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, Thisted spældi dyst á útivølli móti Frem í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist Frem at vinna dystin á Valby Idrætspark 1-0. Sigursmálið var skotið longu í 17. minutti.

 

Talan var um fjórða tapið á rað hjá Thisted í deildini hetta kappingarárið. 

 

Thisted er nú næstaftast í deildini við átta stigum fyri níggju dystir.

 

Sunnudagin 6. oktober hevur Thisted heimadyst móti HIK.