Fyrsta stóra konsertin á Vágsbø á ársins Summar Festivali var við Thomas Anders, ið var sangari í týska poppbólkinum Modern Talking. Bólkurin hittaði um allan heim við sangum sum "You're My Heart, You're My Soul", "Brother Louie" og "Cheri Cheri Lady", og teir seldur yvir 120 milliónir plátur.
Thomas Anders hevði bólkin hjá sær við til Føroya, og teir góvu áhoyrarunum øll tey stóru Modern Talking hittini eitt fyri og annað eftir.
Nógv fólk var komið á Vágsbø at lýða á, og lagið var gott millum fólk.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##