Thomas hugsaði seg um og vann

Nýggi landsliðsspælarin í borðtennis var skuffaður av sínum egna spæli í byrjanini av kappingini, men Thomas Rasmussen tók sær um reiggj og vann at enda gull. Nú ætlar hann sær at halda feriu frá borðtennis, og hann fer í studio saman við rockbólkinum, har hann spælir trummur

Sandwick: Vónirnar til nýggja landsliðsspælaran í borðtennis vóru stórar undan Oyggjaleikunum.
21 ára gamli Thomas Rasmussen, sum hevur ættarbond úr Føroyum, men býr í Danmark, skuldi verða minst líka sterkur sum størsta vónin seinastu Oyggjaleikirnar, Kjartan Eli Hentze, og í Danmark spælir Thomas í eini hægri deild enn Kjartan Eli.
Men Thomas fekk ikki nakra serliga góða byrjan í liðkappingini, og hann tapti onkran av fyrstu singledystunum. Spurningurin var so, um vónirnar til nýggja mannin vóru órímiliga stórar undan kappingini.
 Eg havi ikki hugsað so nógv um, at tað vóru stórar vónir til mín í hesari kappingini. Men eg var øgiligar skuffaður, eftir at eg hevði tapt teir fyrstu singledystirnar í kappingini. Men vóru tað vónir til mín, so haldi eg, at eg livdi upp til tær til endans, segði Thomas Rasmusen, eftir at hann sum fyrsta umboðið fyri Føroyar nakrantíð hevði vunnið einmansleikin í borðtennis á Oyggjaleikunum.

Hevði lúrt hann av
Í byrjanini av kappingini tapti Thomas dystin ímóti tí sterka Phil Ogier av Guernsey, og í finaluni var tað júst hesin spælarin sum bíðaði.
Men nú bar til hjá Thomas, sum vann finaluna 4-2 í settum.
 Hesaferð hugsaði eg meg eitt sindur betur um. Eg var komin inn í spælið hjá honum, tí eg hevði hugt eftir honum nakrar ferðir, og so royndi at brúka skilið meira og ikki gera so nógv mistøk.
Fanst tú nakrar veikar síður við hansara spæli?
 Nei, ikki beinleiðis veikar síður, men eg fekk rætta mínar veiku síður.

Drúgvur dystur
Finalan varð spælt var upp í fýra, og tí var dysturin eitt sindur longri enn hinir dystirnir í kappingini.
 Eg byrjaði væl og kom fram um 3-0. Tá spældi hann ikki so væl, meðan mítt spæl var gott. Men tá ið dysturin er so langur, so visti eg, at hann fór at koma í gongd fyrr ella seinni, og tað gjørdi hann. Men at enda fekk eg so vent dystinum aftur.
 Kanska bleiv tað í so tætt til seinast, men tað var nóg gott, og fyrst og fremst vildi eg vinna dystin, segði Thomas, sum kundi fegnast um 4-2 sigurin.
 Tað kennist forloysandi at vinna gullið eftir eina viku við hørðum arbeiði. Tað vóru nógvir strævnir dystir, og tí er tað deiligt at vinna gull.
Umframt gullið hjá Thomas vann Kjartan Eli bronsu í einmansleikinum, og tað er besta úrslitið, sum føroyyskt borðtennis hevur fingið á Oyggjaleikum nakrantíð.

Feria í studio
Thomas Rasmussen dugir ikki bara at spæla borðtennis, hann er eisini trummuspælari í einum rockbólki í Danmark, og teir hava spennandi ætlanir fyri framman.
 Nú fari eg at halda summarferiu frá borðtennis, og vit fara í studio at spæla eina fløgu inn. Ætlanin er at geva fløguna út, og vit skulu sjálvir standa fyri øllum, sigur Thomas Rasmussen.
So hann fer næstu tíðina at halda meira í trummustikkarum enn borðtennisbattini, men tað gongur neyvan long tíð, áðrenn tað er øvugt aftur.


Myndatekstur (stór mynd Thomas-gull):
Thomas Rasmussen gjørdi bart í sínari fyrstu Oyggjaleikakappping og vann gull í einmansleikinum. Hann var bæði fegin og errin, tá ið hann tók ímóti gullinum ovast á sigurspallinum


(evt lítil mynd Thomas og Kjartan Eli, um hon ikki passar inn, so droppa hana):

Thomas Rasmussen og Kjartan Eli Hentze syrgdu fyri góðum føroyskum medaljufongi í borðtennis


Fakta

Landsliðið í borðtennis vann heili fýra heiðursmerki á Oyggjaleikunum í Hetlandi.

Føroysku borðtennisspælararnir vóru: Kjartan Eli Hentze, Thomas Rasmussen, Marin í Dali, Ragnar Egilsson og Susie Midjord

Gull:
Thomas Rasmussen í einmansleiki

Bronsa:
Kjartan Eli Hentze í einmansleiki
Thomas Rasmussen og Kjartan Eil Hentze í tvímansleiki
Liðið í liðkappingini