Hon og maðurin Hans vóru bæði úr Tjørnuvík og búsettist har. Hon helt hús og heim til børnini vóru undankomin, og fór so at arbeiða á flakavirkinum í Vík, tá tað byrjaði mitt í sjeytiárunum til tað stongdi undir stóru kreppuni fyrst í nítiárunum. Hetta tíðarskeiðið var hon í nevndini í Haldarsvíkar Arbeiðarafelag og var sera áhugað í fakfelagsarbeiðinum. Eina tíð var hon forkvinna har.
Javnaðarkvinna hevur hon verið frá yngstu árum og hevur hon eins og maðurin Hans verið virkin í Norðstreymoyar Javnaðarfelag, har Hans var nevndarlimur í nøkur ár. Hans var sjómaður til heilsan bilaði, men fór undir umskúling tá og arbeiddi síðani sum skrivstovumaður. Hann doyði fyri átjan árum síðani.
Thora og Hans fingu fýra børn. Elstur er Steinbjørn, sum eins og ein systir býr í Tjørnuvík. Steinbjørn er eisini í nevndini í Norðstreymoyar Javnaðarfelag, og hevur verið tað í nógv ár. So heimið hjá teimum má sigast at vera eitt rættiligt javnaðarheim.
Thora er andsfrísk og klárar seg heima uttan nakrað heimahjálp, men tað er altíð ein stórur stuðul at hava børn og svigarbørn í bygdini.
Vit í Norðstreymoyar Javnaðarfelag og í Javnaðarflokkinum ynskja Thoru hjartaliga tillukku og ein góðan føðingardag við familju og vinum og bestu eydnu og signing í tíðini sum kemur.