Her fagna russar, at ukrainsk øki nú - sambært Vladimir Putin - eru vorðin russisk, samstundis sum harðir bardagar eru um býir í somu økjum, har russiskar herdeildir flýggja undan ukrainum.

Tí er Vladimir Putin vandamiklari nú

Fyrrverandi norski toppdiplomaturin, Kai Eide, heldur, at russiski forsetin hevur sett seg sjálvan í eina ógvuliga trupla støðu, og spurningurin er, hvussu hann velur at loysa hesa støðu.

 

Her fagna russar, at ukrainsk øki nú - sambært Vladimir Putin - eru vorðin russisk, samstundis sum harðir bardagar eru um býir í somu økjum, har russiskar herdeildir flýggja undan ukrainum.

Í farnu viku sóu fólk kring heimin sjónvarpsmyndir úr russiska høvuðsstaðnum, Moskva, har hátíðarrómur var í stórum veitslusali í Kreml. Við løtuna staðfesti russiski forsetin, Vladimir Putin, at nú eru nakrar regiónir í Ukraina vorðnar russiskar - fyri allar ævir, sum hann málbar seg.

 

Men, samstundis sum hetta hendi í Moskva, noyddist russiska verjan at geva sínum hermonnum boð um at taka seg aftur úr býnum, Lyman, har ukrainskar herdeildir nú hava ræðið. Býurin hevur annars verið undir russiskum ræði í fleiri mánaðir. 

 

Í samrøðu við norska kringvarpið NRK, lýsir fyrrverandi toppdiplomaturin, Kai Eide, støðuna í krígnum í Ukraina soleiðis:

 

- Tað, sum vit síggja frá ukrainskari síðu, er, at framgongdin, sum byrjaði fyri nøkrum vikum síðan, heldur fram. Ukrainar eru førir fyri at halda fram við framtøkuni í økjum, sum Vladimir Putin nú rópar russisk. 

 

Kai Eide heldur, at russiski forsetin tískil hevur sett seg sjálvan í eina ógvuliga trupla støðu. 

 

- Hvussu fer Vladimir Putin at takla hesa støðu? Hann hevur skipað fyri stórslignum hátíðarhaldi í Moskva - og so sær hann, at veruleikin er ein annar.

 

Men, heldur diplomaturin, at Vladimir Putin gerst vandamiklari, nú hann er fyri ósigrum?

 

- Ja, tað trúgvi eg. Hann verður vandamiklari, tí hann hevur tørv á at vísa, at hann ikki missir andlit, nú ukrainski herurin hevur framgongd í krígnum. Tað er hugsandi, at hetta ger forsetan meira trýstan og meira óútrokniligan.

 

##med2##

 

Fyrrverandi diplomaturin, Kai Eide, sigur, at tað júst er hetta, hann er stúrin fyri.

 

Býurin, Lyman í Donetsk, sum ukrainar um vikuskiftið tóku aftur frá russum, er týdningarmikil sum bindilið í jarnbreytarferðsluni í Ukraina.

 

Bæði Vladimir Putin sjálvur og næsti maður í russiska trygdarráðnum, Dmitrij Medvedev, sum eisini hevur verið russiskur forseti og forsætisráðharri, hava víst á, at Russland er til reiðar at "... verja russiskt øki við øllum sløgum av vápnum, eisini strategiskum kjarnorkuvápnum..."

 

Kai Eide sigur í samrøðu við NRK, at tað er ógvuliga trupult at spáa um, hvørt russiski forsetin kann finna upp á at brúka kjarnorkuvápn.

 

- Men, møguleikin er størri nú, enn hann var fyri nøkrum vikum síðan - ikki minst, nú Vladimir Putin sjálvur hevur valt at staðfesta nevndu øki í Ukraina sum russisk og fyri tað, hann sjálvur hevur sagt um, sigur fyrrverandi diplomaturin.

 

 

 

 

 

Her fagna russar, at ukrainsk øki nú - sambært Vladimir Putin - eru vorðin russisk, samstundis sum harðir bardagar eru um býir í somu økjum, har russiskar herdeildir flýggja undan ukrainum.

Kai Eide er fyrrverandi norskur diplomatur.