Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin til EM-undankappingardystirnar móti Póllandi og Kekkia, sum verða ávikavist 12. oktobur og 15. oktobur.
Hópurin er líkur tí, sum var úttikin seinast, men tveir mans er við aftur. Talan er um miðverjan hjá HB, Bartal Wardum, og Petur Knudsen, sum spælir við El Paso Locomotive FC í USA.
- Bartal Wardum hevur spælt væl í seinastuni og verður tí úttikin fyri Heina Vatnsdal, sum er skaddur. Vit hava fyrr upplivað, at tað er eitt sindur ringt at passa Bartal Wardum inn í spælskipanina hjá okkum, tí hann spælir í einum øðrvísi spælskipan í HB. Hesa ferð hava vit nakrar dagar at arbeiða við tí, greiðir Håkan Ericson frá.
##med2##
- Tað er ringt at síggja hvørjum stigi Petur Knudsen spælir á. Taktiskt sær tað ikki so gott út, men tað er nógv ferð á og nógvir áskoðarar til dystirnar. Tað týdningarmiklasta er, at Petur Knudsen sær frískur livandi út á vøllinum, sigur landsliðsvenjarin.
Petur Knudsen er valdur framum Hannes Agnarsson, sum ikki er við hesaferð.
Hópurin:
Mattias H. Lamhanuge, B36
Báður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti V. Mørk, HB
Verjan:
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári M. Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Bartal Wardum, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)
Miðjan:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup B. Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (Írland)
Jóannes Bjartalíð, Frederikstad FK (Norra)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson, Fredrikstad FK (Norra)
Álop:
Klæmint A. Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)