Tí harmast Bjørn Kalsø um havnarútbygging í Havn

Tað oyðileggur Skansan og hann mótmælir, at landsstýrið góðkennur ætlanina, fyrrenn tað er kannað út í æsir

Hvussu verður útsýnið av Skansanum, tá ið ætlanin hjá Tórshavnar Býráð at byggja havnina út, er framd.

 

Tað er spurningurin, Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú vil hava greiði á

 

Tórshavnar Býráð hevur samtykt at gera eina serstaka byggisamtykt fyri havnarlagið sum setur mark fyri, hvussu høgt tað kann byggjast.

 

Men hendan broytingin skal góðkennast í Landsstýrinum, og Bjørn Kalsø ger nú greitt, at hann fer at mótmæla, at broytingin verður samtykt, fyrrenn spurningurin er kannaður út í æsir.

 

KvF veit at siga, at Bjørn Kalsø mælir staðiliga frá, at ætlanin verður framd. Og í eini frágreiðing, sum hann Mentamálaráðið hevur gjørt, og sum vit hava fingið innlit í, mælir hann heldur til, at aðrir møguleikar verða kannaðir.

 

 

Les eisini: Vit fara ikki at kúvenda nú

 

 

Men tað, Bjørn Kalsø vil hava kannað út í æsir, er, hvussu útsýnið av Skansanum verður, tá ið útbyggingin er fram.

 

Í eini mynd, Tórshavnar Býráð hevur gjørt, verður útsýnið av Skansanum lítið og onki skert.

 

Men myndir, Mentamálaráðið hevur útvega, stendur í skerandi andsøgn til tað, tí eftir teimum, er tað mesta av Nolsoy fjald aftanfyri bingjur, pakkhús og  brimgarð.

 

Og Bjørn Kalsø vil hava greiði á, hvussu tað fer at síggja út í veruleikanum, og tí vil hann hava partarnar at tosa saman, og at semjast um, hvussu útsýnið verður.

 

Samstundis skal eisini Yvirfriðingarnevndin taka endaliga støðu til útbyggingina

 

Niðanfyri eru fleiri myndir sum vísa, hvussu býráðið sigur, at útsýnið verður av Skansanum, og aðrar myndir vísa, hvussu Mentamálaráðið sigur, at útsýnið verður. Her er talan um útsýnið í 10 metra hædd og 18 metra hædd.

Á tí eini myndini sæst eisini, hvussu havnarbyggingin sær út við einum uttanfyri eina reyða 100 metra linju frá Skansanum.