Tí skrivar Klæmint langtíðarsáttmála

(Ljóðbrot) Hoyr liðskiparan hjá NSÍ greiða frá, hví hann hevur valt at leingja sín sáttmála við so nógvum árum.

Í gjárkvøldið skrivaði NSÍ langtíðarsáttmálar við tveir av stóru profilunum á liðnum. Talan var um NSÍ liðskiparan, Klæmint A. Olsen og framrættaða miðvallaran Árna Fredriksberg.

 

Miðvallarin Árni Fredriksberg hevur bundið seg at barndómsfelagnum til ársenda 2016, meðan NSÍ liðskiparin, Klæmint A. Olsen hevur bundið seg at barndómsfelagnum heilt til ársenda í 2018.

 

Hoyr Klæmint A. Olsen greiða frá, hví hann hevur valt at skriva undir ein nýggjan fýra og eitt hálvt ára sáttmála við barndómsfelagið, við at trýsta á pílin undir myndini.