Tað var gott lag í AB húsinum í morgun, tá spælararnir møttu klokkan hálvgun níggju til “Team Building dag", sum er á skránni í dag. Umfamt at ein spennandi dagur stendur fyri framman, so hevur felagið eisini tryggjað sær Jóan Símun Edmundsson.
Les eisini: Jóan Símun skift til AB
Tað var óvæntað, at Jóan Símun valdi AB framum onnur feløg, sum millum annað kunnu bjóða Champions League, Europa League og barndómsfelagið B68. So er spurningurin hví Jóan Símun valdi AB?
Les eisini: Óvæntað flyting: Jóan Símun til høvðusstaðin
- AB vildi veruliga hava meg. Tað hava teir víst á øllum økjum. Tað mest avgerandi fyri meg er spælitíð, tí eg havi ikki spælt so nógv seinastu árini, sigur Jóan Símun Edmundsson í morgun.
Tað spælir eisini nógv inn, at Bill M. Jacobsen er venjari hjá besta liðnum.
- Eg havi havt Bill sum venjara í bæði B68 og á U21 landsliðnum. Hann hevur dugað væl at fingið tað besta butur úr mær sum spælara, so tað hevur eisini nógv at siga, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Les eisini: Føroyskt felag fær Jóan Símun
Toftamaðurin hevur verið í samráðingum við danska 1.deildarfelagið Vejle, sum hevur Viljorm Davidsen í hópinum. Hesar samráðingarnar komu ikki á mál.
- Tað er fleiri orsøkir til at skiftið ikki bleiv til nakað, sjálvt um tað eina tíð sá sannlíkt út, sigur Jóan Símun.
Landsliðsframherjin ferð í komandi viku at venja í Onglandi við Crew Alexandra, men tað kemur ikki at ávirka sáttmálan við AB.
- Tað var allatíð ætlanin, at eg skuldi til Crew Alexandra at spæla eina dyst í samband við at eg var har og vandi í oktober í fjør. Men eitt møguligt skiftið kemur er ikki aktuelt fyrr enn í summar, sigur Jóan Símun.
Jóan Símun hevur fyribils gjørt sáttmála við fram til summar, tí landsliðsframherjin hevur framvegis eina ætlan um at spæla uttanfyri landoddarnar aftur.