- Tíð til at skifta fløguna út

Fríða og Bogi Bech Jensen eru nýliga flutt aftur til Føroya eftir áralanga útlegd. Fyri tey hevur ólavsøkan sum útisetar havt serstakliga stóran týdning.

- Tá vit búðu uttanlands, planløgdu vit altíð soleiðis, at vit vóru heima á ólavsøku. Tað kemur í høvuðsheitum av, at á ólavsøku hevur man møguleika at hitta so nógv fólk á einum stað, sigur Fríða.

 

- Man bompar ikki endiliga í føroyingar í útlandinum. Tí hevur ólavsøkan nokk eitt sindur meira týdning fyri útisetan, sum ikki hevur møguleika at síggja føroyingar til dagligt. Eg haldi, at vit bara hava mist eina ólavsøku, meðan vit hava búð uttanlands, og tað var, tí eg skuldi arbeiða, sigur Bogi, sum fyrr í ár fekk professarastarv á Fróðskaparsetrinum.

 

Fríða og Bogi eiga trý børn, og tí fer stórur partur av ólavsøkuni til barnatiltøk.

 

- Fyri tveimum árum síðani vóru vit til Ævintýrferðina hjá Dánjal og Búa. Børnini elskaðu tað, og fløgan, sum vit keyptu, hevur verið spæld út í eitt síðan tá.  Vit ætla at fara til Ævintýrferðina aftur hesa ólavsøkuna – um ikki annað so fyri at fáa nýggju fløguna, so man kann hoyra aðrar sangir, sigur Bogi flennandi.

 

- Vit plaga eisini at vera til fólkafund á Doktaragrund, sum er stuttligt. Tíverri verður nokk ikki pláss fyri kabarettini í ár, sigur Fríða.

 

Hóast bæði ólavsøkan og festivalarnir kring landið savna nógv fólk, metir Fríða, at tað er stórur munur á hesum.

 

- Á festivalum er tónleikurin í miðdeplinum. Á ólavsøku er tað fólkini. Eisini rakar ólavsøkan nógv fleiri aldursbólkar enn festivalarnir gera.

 

- Harafturat vekir ólavsøkan eina tjóðskparkenslu í okkum føroyingum. Serliga tá so mong eru í føroyskum klæðum, verður kenslan vakt, sigur Bogi at enda.