TB fekk í miðal 0,9 stig fyri hvønn dyst, meðan Hans Fróði Hansen stóð á odda fyri liðnum. Tað er heimsíðan hjá TB, sum hevur hugt nærri at avrikinum hjá Hans Fróða sum venjara hjá aldursforsetanum.
Hans Fróði Hansen stóð á odda fyri TB í 17 dystum. Harav vóru 16 í Effo-deildini og ein í steypakappingini. Av teimum 17 dystunum vann TB tríggjar, spældi sjey javnleikir og tapti sjey dystir. Hetta gevur í miðal 0,9 stig fyri hvønn spældan dyst, skrivar tb.fo.
TB hevur í hesum 17 dystunum bara skotið 16 mál. Tað er færri enn eitt mál fyri hvønn dyst. Í verjupartinum er 26 mál farin ígjøgnum.
Tað stórur munur á avrikunum á heimavølli og útivølli. Í átta heimadystum hevur TB vunnið tríggjar dystir, spælt fýra javnleikir og bara tapt ein dyst. Tað var seinasti dysturin fyri summarferiuna, tá teir taptu fyri EB/Streymi. Tað er 1,6 stig í miðal. Málmunurin var 8-5, skrivar tb.fo.
Á útivølli hevur ikki eydnast liðnum at vunnið ein tann einasta dyst. Í níggju royndum er tað blivið til tríggjar javnleikir og seks ósigrar. Tað er bara 0,3 stig í miðal fyri hvønn dyst. Málmunurin á útivølli er 8-21.
Samanlagt fingu 18 spælarar møguelikan at royna seg á besta liðnum undir Hans Fróða Hansen, skrivar heimasíðan hjá TB at enda.