Tíðindamenn sjey ára fongsul

Tríggir tíðindamenn hjá Al-Jazeera fingu í dag sjey ára fongsulsrevsing í Egyptalandi.

Teir tríggir, Peter Greste, Mohammed Fahmy og Baher Mohamed, vórðu dømdir fyri at hava borið rong tíðindi og fyri at hava styðjað Muslimska Brøðralagið, sum nú er skrásett sum yvirgangsfelagsskapur. Teir noktaðu seg sekar.

 

Peter Greste og Mohammed Fahmy vórðu handtiknir á einum hotellkamari í Kairo tann 29. desember í fjør, eftir at myndugleikarnir høvdu gjørt húsarannsókn á skrivstovunum hjá Al-Jazeera í egyptiska høvuðsstaðnum.

 

Peter Greste hevur fyrr arbeitt hjá BBC og fekk í 2010 Peabody-heiðurslønina fyri eina lýsing av viðurskiftunum í Somalia. 

 

Mohammed Fahmy, sum stóð á odda fyri teirri enskt mæltu deildini hjá Al-Jazeera í Kairo, hevur fyrr arbeitt hjá CNN.