Eitt rán í Klaksvík kostaði einum 23 ára gomlu manni tíggju mánaðir handan rimar, burturvísing úr Føroyum í fimm ár og endurgjald á slakar 13.000 krónur.
Maðurin játtaði seg beinanvegin sekan í ákærunum, men segði seg samstundis ikki minnast tað, sum var farið fram, tí hann var so drukkin.
Hendingin fór fram sunnumorgunin.
Benjamin Mikladal, sum varð førdur fram sum einasta vitni, greiddi frá, hvussu hann var sovnaður meðan hann hugdi í sjónvarp heima hjá sær sjálvum. Hann vaknar við, at onkur er inni hjá sær. Benjamin sær, at hurðin inn í stovuna, sum var aftur, tá hann sovnaði, nú er opin. Og hann sær, at har stendur onkur handan sjónvarpið.
Benjamin helt í fyrstu atløgu, at tað var pápin, sum var komin framvið eftir nøkrum amboðum. Tað hevði hann gjørt áður, men skjótt kom Benjamin í tankar um, at amboðini lógu ikki í stovuni. So var tað, at hann helt, at talan mátti vera um ein fullan mann, sum hevði vilst seg inn til sín, men so var ikki. Benjamin greiddi í rættinum frá, hvussu hann hevði spurt fremmanda mannin, hvør hann var – og tá hann nærkaðist honum, byrjaði fremmandi maðurin at sláa.
Tað bleiv áfast millum teirra – og at Benjamin eisini rakti 23 ára gamla mannin meint sást, tí høgra eyga var ógvuliga hovið og blátt. Benjamin sjálvur hevði eisini fingið ógvuslig mein. Umframt blátt eyga hevði hann eisini brotið kjálkabeinið.
Sjálvur greiddi Benjamin frá, at hann eisini slóg frá sær, men tað var í sjálvverju og fyri at fáa fremmanda mannin á dyr. Tað eydnaðist honum umsíðir, eftir at hava bóltast og barst við óbodna gestin í fleiri umførum.
Síðani ringdi hann til løgregluna. Tá var klokkan 20 minuttir yvir trý um náttina. Á skaðastovuni staðfestu tey, at høgra kjálkabein varð brotið og vinstra brákað. Sambært Benjamini stavar hetta frá sløgunum, fremmandi maðurin gav honum við albogunum. Sløg, sum hann segði vera ógvuliga hørð og neyv.
23 ára gamli maðurin, sum er úr Murmansk og var sín fyrsta túr til skips, segði seg vera so dýrandi fullan, at hann einki minnist. Hann mintist, at hann stóð uttanfyri Maverick og hevði mist sínar vinmenn frá skipinum burtur. Tað næsta hann minnist er, at hann er á veg heim til skipið og varnast, at hann hevur eina telefon og ein hardisk, sum hann einki kennir til, í lummanum. Hann tveitir hetta á bláman. Komin umborð merkir hann somuleiðis, hvussu tað brennir í andlitunum, men hann leggur seg at sova.
Sambært sær sjálvum, so fór 23 ára gamli maðurin dagin eftir til skiparan og greiddi frá, at hann ivaleyst hevði gjørt eitt hvørt, sum fór at geva honum trupulleikar. Tí fóru teir til løgregluna, har maðurin varð handtikin klokkan 19.20.
Ákærin kravdi mannin fongslaðan í minst eitt ár. Talan skuldi sambært honum vera um treytaleysa fongsulsrevsing. Harumframt kravdi ákærin mannin burturvístan úr Føroyum, og hann legði fram eitt endurgjaldskrav fyri eitt nú telefonina, hardiskin og eitt sjónvarp, sum brotnaði, tá tað gjørdist áfast millum menninar.
Verjin helt hinvegin, at átta mánaðir var hóskilig revsing, har ein partur skuldi vera treytaður.
Dómarin feldi ein dóm, sum lá mitt í millum. Maðurin fekk tíggju mánaða fongsulsrevsing, burturvísing úr Føroyum í fimm ár, umframt at hann skal rinda slakar 13.000 krónur í endurgjaldi.
Bæði verji, ákæri og dómari vóru samdir um, at maðurin ivaleyst einans ætlaði at stjala nøkur ting, men tá hann varð uppdagaður av Benjamini og leyp á hann, gjørdist talan um harðskap og harvið eisini eitt rán.
Nú hevur 23 ára gamli maðurin úr Russlandi tvær vikur at kæra dómin. Hann segði seg vera ógvuliga harman um íkomnu støðuna og bað um umbering fyri tað, hann hevði gjørt.