Í samband við FIFA Ballon d’Or 2015 tiltakið, skal eisini ársins mál veljast. Nú er greitt hvørji tíggju mál eru at velja í millum.
Millum tey útvaldu málin eru kendir menn sum Lionel Messi, og Carlos Tevez, meðan nøvn sum David Ball og Esteban Ramirez eru nakað minni kendir.
Carli Lloyd er einsamalt konufólk á listainum. Hon er tilnevnd fyri mál, sum hon skoraði fyri USA í HM endaspælinum í Kanada.
Í fyrstu atløgu verður atkvøtt til 30. november, tá listin verður skorin niður til trý mál. Síðani skal atkvøðast á nýggjum.
Hesi eru í uppskotið til ársins mál 2015:
David Ball - 29.03.2015, Fleetwood Town - Preston North End, League 1 (Ongland)
Gonzalo Castro – 12.04.2015, Real Sociedad - Deportivo de la Coruña, Primera Division (Spania)
Alessandro Florenzi – 16.09.2015, AS Roma – FC Barcelona, UEFA Champions League
Wendell Lira – 11.03.2015, Atletico-GO – Goianesia, Campeonato Goiano (Brasil)
Carli Lloyd – 05.07.2015, USA – Japan, FIFA Women’s World Cup Canada 2015™
Lionel Messi – 30.05.2015, Athletic Bilbao - FC Barcelona, Copa del Rey (Spania)
Philippe Mexes – 25.07.2015, AC Milan – Inter Milan, Friendly Match
Marcel Ndjeng – 13.07.2015, SC Paderborn – Bolton Wanderers, Friendly Match
Esteban Ramirez – 02.11.2014, Herediano - Deportivo Saprissa, Primera Division (Kosta Rika)
Carlos Tevez – 09.11.2014, Juventus – Parma Calcio, Serie A (Italia)
Øll málini kunnu síggjast á Youtube rásini hjá FIFA við at trýst HER