Loysingarrørslan har norðuri á Sri Lanka, Tamilsku Tikararnir, hava fyribils tikið seg burtur úr samráðingunum við stjórnina um at finna eina varandi loysn á borgarakrígnum.
Í einari kunngerð frá loysingarrørsluni annan páskadag stóð, at rørslan hevði gjørt av at gevast við samráðingunum.
Keldur í Colombo siga, at loysingarrørslan hevur tikið seg burtur úr samráðingunum, tí hon er sera misnøgd við partar av samráðingargrundarlagnum. Noreg hevur havt ein virknan lut í arbeiðinum at fáa varandi frið á Sri Lanka, og norskir diplomatar hava verið við til at gera samráðingargrundarlagið.