Tikið dik á seg síðstu tvey árini

Hagstovan kundi í dag kunngera, at fólkatalið síðstu tólv mánaðirnar er voksið við 830 fólkum ella 1,7 prosentum. Víst varð eisini á, at í serliga í nøkrum miðalstórum kommunum hevur vøksturin verið stórur.


- Í nøkrum miðalstórum kommunum er vøksturin væl oman fyri landsmiðal, so sum Sjóvar kommuna við 5,8%, Nes kommuna við 5,5%, Sunda kommuna við 2,9% og Vestmanna kommuna við 2,2%, skrivar Hagstovan.


Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, er fegin um nýggju hagtølini, og vísir á, at talan er um ein vøkstur, ið byrjaði fyri nøkrum árum síðan.


- Tað er ikki annað enn hugaligt og stuttligt at síggja vøksturin. Vit hava havt ein vøkstur tey síðstu árini og eru umleið 100 borgarar fleiri nú enn fyri nøkrum árum síðan. Serliga síðstu tvey árini hevur tað tikið dik á seg, sigur Jóhannus Danielsen.


Borgarstjórin greiðir eisini frá, at meðan tað vanliga hava verið fólk við tilknýti til bygdina, ið hava sett búgv har, so eru fleiri nýggj fólk komin til bygdina seinnu árini.


- Søguliga sæð hava tað serliga verið fólk, ið hava tilknýti til staðin, ið eru flutt higar, men tað er broytt. Fólk keypa hús og grundstykkir, ið einki tilknýti hava her. Tey eg havi spurt siga, at tey síggja fyri seg, at hetta verður eitt sentralt stað, tá tunnilin kemur um nøkur ár, sigur borgarstjórin.