Tikin á bóli av óðum tingmonnum

Tað kom óvart á formannin í Javnstøðunevndina, at tingmenn blivu so óðir, tá ið teir umrøddu møguleikan at fáa fleiri kvinnur á Føroya Løgting

Javnstøða
 
- Eg hevði ikki væntað, at løgtingsmenn skuldi blíva so óðir.
Tað kemur púra óvart á formannin í Javnstøðunevndini, at eitt uppskot frá nevndini skuldi elva til slíka øsing á Løgtingi.
Javnstøðunevndin og nevndin, sum skal virka fyri størri kvinnuleikluti í politikki, hevur skotið upp, at tingmenn skulu víkja sætið á Løgtingið í nakrar dagar og lata kvinnuligu varalimirnar koma á ting hesar dagarnar.
Men hetta uppskotið vakti sjáldsama sterkar kenslur hjá løgtingsmonnum.
Summir vóru  rættiliga óðir og aðrir høvdu hug at sláa tað upp í glens.
Teir sum vóru allar óðast, vóru Tórbjørn Jacobsen og Hendrik Old. Tórbjørn Jacobsen kallaði hetta  idioti og Hendrik Old helt, at hetta var eitt uppskot um regulert statskvett. Og báðir hildu, at framtíðin hjá javnstøðunevndini mátti umhugsast av nýggjum.
 
Púra óvart
- Eg dugi væl at skilja, at tingmenn vóru ímóti tí. Men tað kemur óvart á meg, at kenslurnar vóru so sterkar, tí í veruleikanum haldi eg, at talan er um eitt ógvuliga hóvligt uppskot, sigur Kári á Rógvi.
Hann heldur, at tað var ikki vit og skil, sum stýrdu summum tingmonnum, men teir lótu kenslurnar taka seg av ræði.
- Tað kom óvart á meg, at hetta skuldi stinga so djúpt, sigur hann.
Eftir hansara tykki var Bill Justinussen ein tann mest konstruktivi, tí hóast hann var ímóti, hevði hann hóast alt eitt annað uppskot, sum var at gera hvørjum veljara tvær atkvøður, so at øll skuldi velja ein mann og eina kvinnu, hvørja ferð val var.
- Men eg hevði ikki væntað, at at reaktiónirnar skuldi vera so sterkar, at tingmenn vildu hava javnstøðunevndina frá og at teir ikki so frægt sum vildu hava orðaskiftið um hetta.
 
Fór av sporinum
Formaðurin í javnstøðunevndini heldur, at kjakið í Løgtinginum fór av sporinum og hann heldur at uppskotið var rættiliga hóvligt.
- Tað, sum vit hava skotið upp, er samskipa tað eitt sindur, sum tingmenn kortini gera í heilum, nevniliga at taka farloyvi í nakrar dagar og lata kvinnuligar varalimir sleppa í Løgtingið ístaðin.
- Tað gera summir flokkar av og á og tað kemur eisini fyri, at flokkar fara nokk so langt niður í valúrslitið fyri at fáa eina kvinnu á ting í eina tíð.
- Vit hava bara skotið upp at samskipa hetta í nakrar dagar, so at vit fingu fleiri kvinnur á ting í senn.
Ein, sum var ímóti hesum, var eisini Kristian Magnussen, formaður Javnaðarfloksins á tingi. Hann metti, at Løgtingið kundi ikki brúkast til sýningar, tí tað kundi minka um virðingina fyri Løgtinginum. Hann nevndi eisini vandan fyri politiskum uppreistri, tí í prinsippinum kunnu kvinnurnar samtykkja hvat sum helst.
Hesum stúrir Kári á Rógvi als ikki fyri.
- Gjørdu tær tað, høvdu tær diskvalifiserað seg sjálvar frá eini politiskari, tí so vóru tær aldrin valdar
- Eg ivist tvørturímóti ikki í, at høvdu tær fingið sætið á tingi, høvdu tær tikið uppgávuna í størsta  álvara og í størri álvara, enn summir tingmenn kanska gera. Tí ivist eg onga løtu í, at tær høvdu tikið av hesum høvi til at víst, at kvinnuligi.
- Og skulu vit tosa um virðing fyri Løgtinginum, haldi eg ikki, at orðaskiftið mikudagin var nakað, sum beinleiðis økti um virðingina fyri Løgtinginum.
- Orðaskiftið í Løgtinginum vísti, at tað er ongin orsøk at stúra fyri, at tað hevði lækka tignina hjá Løgtinginum at fleiri kvinnuligir tinglimir fingu sætið á Løgtingi í nakrar dagar. Tað klára tingmenninir ivaleysa væl sjálvir!
 
Kvinnur í politiska starvsvenjing
Kári á Rógvi vísir eisini á, at vit hava eina tingskipan, sum forðar fyri, at tingmál verða skrumblað ígjøgnum, so tað er ógvuliga avmarkað, hvat tí tingfólk, sum sita í einar 10 dagar, kunnu gjøgnumføra.
- Men fingu tær møguleikan at koma á ting, kundi tað givið teimum eitt sindur av politiskari starvsvenjing og tað kundi verið ógvuliga mennandi.        
Hann sigur, at tað er ongin sum sigur, at hetta skal vera, nú fíggjarlógin er til viðgerðar. Men tað kundi verið gjørt í februar, tá ið Løgtingið ikki hevur so nógv á skránni.
- Eg kann ikki lata vera við at fáa tann tanka, at tað eru summir tingmenn, sum stúra fyri kapping frá kvinnunum um tingsessin.
Samstundis søgdu næstan allir tingmenn, at teir vóru fyri javnstøðu – bara ikki har tað rakar teir sjálvar og tað er eitt keðiligt tekin at senda frá sær, heldur formaðurin í Javnstøðunevndini.
Kortini heldur hann als ikki, at hetta var til fánýtis.
- Bara tað, at vit høvdu hetta orðaskiftið, ger sítt til, at seta javnstøðuna á breddan og fer fólk at hugsa, leggur hann afturat.