Tikin fyri at koyra rúsaður í Havn

Í gjár var løgreglan boðsend, tí tveir brúkarar á einum stovni vóru farnir til hendurs.

Tað hevur sum heild verið friðarligt hjá løgregluni hesa vikuna, og soleiðis hevur eisini verið seinasta samdøgrið.

 

Í gjárkvøldið varð ein bilførari tó tikin í Havn, sum verður skuldsettur fyri at koyra rúsaður við øðrum enn rúsdrekka.

 

Løgreglan fann eisini nakað av rúsevnum og amboðum til rúsevnanýtslu í bilinum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her er blóðroynd tikin, sum verður avgerandi fyri, hvussu hetta málið verður loyst.

 

- Í gjár vórðu vit eisini boðsend til ein stovn í Havn, har tveir brúkarar vóru farnir til hendurs, legði løgreglan aftrat í morgun.