Hesa seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna prutl. Prutl er ein afturvendandi trupulleiki hjá fólki, serliga seint á kvøldið og um náttina, tí tey klaga um, at tey siga, at tey fáa ikki náttarfrið.
Og hesa seinastu tíðina hevur løgreglan tikið fleiri prutl og givið eigaranum bót. Felags fyri at kalla øll prutlini, sum eru tikin, er, at broytingar eru gjørdir í motorinum fyri at fáa tey at koyra skjótari enn loyvt er, og tað kostar eina bót upp á 1.000 krónur í bót fyri.
Og í hesum umfari varð so eitt prutl tikið fyri triðju ferð tí at eigarin hevði broytt motorin fyri at fáa tað at koyra skjótari enn loyvt er. Og tað merkir, at løgreglan legði hald á prutlið, so eigarin fær tað ikki aftur, og harafturat fær eigarin 1.500 krónur í bót.