Til arbeiðsgevarar: Tey ungu seta heilt serlig krøv

Hvussu starvið, tey fáa, eitur hevur ikki so nógv at siga, tí tað eru heilt onnur viðurskifti, sum hava týdning

Tey ungu vilja hava arbeiði, har tey gera mun, og størv í heilsuverkinum standa ovarliga á listanum, vísir ein umfatandi kanning

Tey ungu í Føroyum ímillum 15 og 27 ár, leggja stóran dent á at hava eitt arbeiði, har tey gera mun fyri onnur, og sum hevur eina positiva ávirkan á alt samfelagið.

 

Tað er ein niðurstøða í stóru spurnakanningini, sum Handilsvinnufelagið hevur stuðlað.

 

Yvir 1100 ung kring alt landið vóru við í spurnakanningini og sostatt er hetta ein tann størsta spurnakanningin av hesum slag, sum er gjørd í Føroyum.

 

Føroyska ættarliðið Z hevur altruistisk og sosial arbeiðsvirðir. Hetta merkir, at unga ættarliðið vil hava størv ið eru gagnlig og gevandi fyri føroyska samfelagið.

 

Ein niðurtøða er, at 74 proent av teimum ungu siga, at eitt tað mest avgerandi fyri tey er at hava ávirkan og at gera mun, við tí arbeiðinum tey gjørdu, og 65 prosent av teimum vilja at sleppa til orðanna á arbeiðsplássinum. Tey vilja sostatt at verða tikin við, tá ið avgerðir verða tiknar. 

 

 

 

Heili 79 prosent halda, at tað hevur sera stóran týdning at hava góðar starvsfelagar, og 72 halda, at tað er umráðandi at hava eitt stuðlandi arbeiðsumhvørvi.

 

Harafturat halda 49 prosent, at tað hevur týdning, at tey læra og mennast so nógv sum til ber, og 41 prosent vilja ein royndan starvsfelaga at hella seg til. Heili 83 prosent halda, at tað hevur sera stóran týdning, at leiðslan á arbeiðsplássi­num er positiv, hóast starvsfólki gera mistøk.

 

 

 

Hugburðurin hjá undanfarnum starvsfólkum, heitið á starvinum og umdømi hjá fyritøkuni hava ikki serliga stóran týdning í hugaheiminum hjá teimum ið tey skulu velja starv.

 

Kanningin vísir eisini, at 67 prosent vilja at arbeiða í tænastuvinnuni,  serliga í heilsuverkinum og í almannaverkinum og seks prosent vilja at starvast í tilfeingisvinnuna og 11 prosent vænta at tey fara at leita sær starv í framleiðsluvinnuni.

 

Somuleiðis søgdu 65 prosent at tað hevur týdning at hava eina góða javnvág ímillum arbeiðslív og privatlív, og 27 prosent av teimum vilja ikki hava ov nógva yvirtíð. Hinvegin vóru tað bara 12 prosent, sum ikki vilja ikki hava eitt arbeiði, sum er ov krevjandi.

 

Eitt úrslit av kanningini er, at 41 prosent av teimum vilja hava eina góða byrjanarløn, men tað vóru einans 19 prosent, ið væntaðu at fáa góða byrjanar løn í einum starvi.

 

Sum heild vísti kanningin eisini, at heili 69 prosent av teimum ungu sær at haldaáfram at arbeiða í Føroyum, ella at koma aftur til Føroya at arbeiða aftaná loknan lestur. Einans fýra prosent søgdu, at tey ætla sær ikki at koma aftur til Føroyar. Men tað eru bara 25 prosent, sum halda, at lønargrundarlagið í Føroyum er hóskandi.

 

 

 

Tey ungu vilja hava arbeiði, har tey gera mun, og størv í heilsuverkinum standa ovarliga á listanum, vísir ein umfatandi kanning