Sjálvt um tað var eina yvirhøvur mansliga framførslu, øll høvdu væntað sær, sum fóru niðan í Norðurlandahúsið seinnapartin sunnudag, so var tað ein kvinnurødd, sum fyrst trokaði sær vegin fram til áhoyraran, tá ið konsertin byrjaði. Tórshavnar Kamartrio stóð fremst í skránni. So eftir at Bogi Hansen - sum vegna Manskórið var frásøgumaður til konsertina - hevði bjóðað vælkomin, so sluppu Árni Hansen klaverspælari, Bjarni Berg við klarinettini og Berghild Poulsen sopranur á pallin.
Schubert
Kamartrioin var fyrr í ár á konsertferð í Grønlandi, og ummælini frá framførslunum vóru sera góð. Bjarni Berg greiddi orsakandi frá, at orsøkin til, at Kamartrioin var við á konsert hjá Manskórinum var, at ein Schubertkonsert, sum ætlanin var at hava herfyri, varð av ongum. Tey høvdu avtalað við Manskórið at brúka hetta høvið í staðin. So áhoyrarin slapp at hoyra romantiskan, wienerklassiskan tónleik at byrja við.
Oddakvinnan var Berghild Poulsen, sum kanska er besta sopranrødd, vit eru sloppin at eiga. Við síni mansligu, sterku kvinnurødd fylti hon skjótt rúmið og sinnini hjá okkum, sum lurtaðu. Í vakra lagnum Du bist die Ruhe, sang hon so væl, at um tú blundaði, kundi tú væl hildið teg sita í Wien og hoyra onkra heimsstjørnu.
Menn
Schubert slapp ikki so, men eftir at Kamartrioin hevði spælt síni fimm løg, varð manningin skift út, og nú stóðu bara menn á pallinum. 38 mans í alt - íroknað Bjarna Restorff kórleiðara - sum allir stóðu fattir og fúsir at bera fram úrslitið av miðvísari venjinga hesar seinastu mánaðirnar. At framførslan tó ikki bara skuldi hava dám av tí, sum var avrikað í seinastuni, varð skjótt greitt; tí eftir at kórið hevði sungið Grab und Mond hjá Schubert, komu fimm kend føroysk løg, sum hava verið á skránni hjá Manskórinum í nógv ár.
Nýtt og nógv gamalt
Manskórið gjørdi rættiliga vart við, at tað hevði meira í hyggju enn bara at syngja aftur við hátíðarhaldum og tilvildarligum tiltøkum her og har, tá ið teir skipaðu fyri einari tónlistakapping í fjør. Tónaskald sendu kórverk inn, og ein dómsnevnd valdi saman við áhoyrarunum hetta kvøldið tey bestu verkini út. So nógv varð gjørt burturúr og so nógv spurdist burturúr reint tónlistarliga, at flestøll væntaðu at hoyra meira til verkini. Men á skránni til hetta kvøldið - sum kórið sjálvt kallaði eina aðalroynd til Baltikumferðina - var bara verkið hjá Kára Bæk, sum stavaði frá tí kappingini.
Eitt svar til hesa undran fingu vit hálvavegna við at lurta eftir teimum fýra fylgjandi fosturlandssangunum, tí tað er heilt sikkurt her, styrkin hjá Manskórinum liggur. Teir nýttu fult út alt tað, sum eitt kór kann fáa úr tí einfalda vakra fosturlandssanginum, og teir gjørdu tað væl betri, enn vanligt er at hoyra. Tað var eyðsýnt, at teir høvdu arbeitt nógv við dynamikkinum, og hetta gav løgunum nýggjar dimensjónir.
Men at teir eisini tordu at treða nýggjar leiðir, vístu teir við skemtiligu donsku løgunum til tekstir hjá Johan Herman Wessel. Her stóð musikaliteturin hjá kórinum rættiliga sína roynd, tí eitt er at fáa klassiskar harmoniir at sita, men modernaðar sangmodulasjónir krevja nakað heilt annað og meira av einum kóri og hvørjum sangara sær.
Ísland-Amerika-føroyingar
Áðrenn fólk fóru út í steðginum lovaði Bogi Hansen, at enn betri var í væntu at koma inn aftur til, og tað var ikki heilt av leið. Fyrst tóku teir tað stutta stigið frá føroyskum fosturlandssangum til íslendskar, men líkt teim føroysku var ljómurin her eisini sera góður. Tað er ivaleyst, at Manskórið hevur vant nógv til at náa hesa dygd, sum er munandi betri enn tað, vit fyrr hava hoyrt manskór sungið her heima.
Tað næsta stigið var longri. Aftur í tíð og umvegis Ongland til Amerika, og nú kom futtur í við rútmiskum negro spirituals og solistum. Mansrøddin hjá Andreasi Reinert hóskaði væl fremst í ljóðmyndini til kenda lagið Joshua fit the Battle ob Jerico, men um tú saknaði eitt sindur av rútmiskari sál og innliving í sanginum, so kundi næsti solisturin Gunhild Andreasen bøta um tað. Sum einasta kvinnuliga íkastið til framførsluna hjá Manskórinum gjørdi Gundhild tað - sum ikki einaferð - væl. Ótruliga harmiligt, at hon skuldi verða órógvað av onkrum elekroniskum tóli, sum fór at larma undir sanginum. Hetta nervaði hana skilliga eitt sindur og tók broddin úr einum annars frálíkt sungnum, kenslubornum sangi.
Eftir eitt drúgvt legg úti í heimi, hoyrdu vit aftur vælkendar tónar. Fyrst var tað tað nú næstan kravda Kingoískotið til einhvørja føroyska sangframførslu, men síðan komu spennandi komposisjónir frá Hera Eysturlíð, Bjarna Restorff og so at enda áðurnevnda verk hjá Kára Bæk.
Meira moderna
Kári Bæk hevði meistarliga loftað tí speirekandi prikinum hjá Regini Dahl til fosturlandsklichéina: »Vit eru føroyingar serstøk tjóð«, og skapað hana um til tónleik. Modulasjónir og kakafoniskár ritubergseffektir fingu áhoyrarar til bæði at frøðast og flenna, og tað gjørdi ikki skemtið verri, at Bjarni Restorff eina løtu rýmdi av pallinum, meðan sangararnir í hvør sínum lag og orðum sungu hetta torføra men stuttliga verk.
Skygni hjá Kára P. átti kór tó at hildið seg frá. Karl Martin hevði allarhelst ikki fingið rúm fyri tí stóra sangfrælsinum í útsetingini og ljóðaði tí sum ein avbleiktur Kári Petersen - og kórið aftanfyri hevði mest dám av tónleikaligum pynti, sum ikki hevði tað stóra árinið á áhoyraran.
Regin smiður hjá Bjarna Restorff stóð ikki í skránni fyri konsertina, so tað var ein óvæntað gleði, tá ið teir knappliga fóru undir at syngja. Verkið er veruliga eitt meistaraverk - ein perla í føroyskum kórhøpi. Tað er sera dynamiskt uppbygt, og við at lata fleiri ørindi umskarast skapar Bjarni ein ljóm, sum líkist kvøðing í dansi hugkveikjandi nógv.
Yvirhøvur hevur Bjarni Restorff rós uppiborið fyri sín leiklut í øllum tí, sum fór fram í allari framførsluni. Bæði sum kórleiðari, tónasmiður og fyri útsetingarnar vann hann sær heiður.
Samanumtikið ein góð og fjølbroytt skrá, sum Tórshavnar Manskór ikki skal skammast yvir at fara avstað við
Dygdin er nógv betrað, og kórið hevur nú eitt støði, sum man vera millum tað frægasta, sum finst í landinum í løtuni. Tað gjørdi skránna eitt sindur fátækari, haldi eg, at ikki fleiri nýggj løg vóru tikin við - t.d. frá frálíku sangkappingini í fjør. Teir kláraðu tað jú so væl, tá ið teir royndu tað modernaða. Hinvegin skilji eg væl taktikkin hjá kórinum við at lata bróðurpartin vera kendar fosturlandssangir, tí hetta er so avgjørt styrkin hjá kórinum, og samstundis umboðar tað eisini væl føroyskan kórsang, tá Manskórið nú skal út í heim at vísa, hvat vit hava at bjóða upp á í Føroyum.
Vit ynskja øllum ferðalagnum góða ferð - eisini teimum minst 30 konunum, sum eftir hvat skilst skulu við og óivað fáa eina minniliga ferð.