Her heima hoyra vit um ringar tíðir frá summum, álvaratos, meina tit veruliga, at vit hava ringar tíðir? Vit hava kanska ikki ráð at ferðast eina og tvær ferðir um árið uttanlands, og hvat so? Tað doyggja vit ikki av. Besta ferian er í Føroyum, búgva á onkrum hotelli ella gistingarhúsi, tað er sum at vera uttanlands, vakrasta land hava vit, enntá heitir pottar eru eisini komnir nógva staðni at fara í, osfr.
Men aftur til Somalia. Jú, stjórnin hevur eina stóra skuld í tí sum fer fram, men har hevur ikki regnað í eitt ár - eitt heilt ár! Og fólkið doyr í hungri. Foreldrini hava onki at geva sínum børnum. Eg kann ímynda mær bara eitt pinkulítið sindur, hvussu tað er, men tað kann ikki samanberast við Somalia. Í 90unum var strævi, men vit áttu altíð nakað at geva okkara børnum
Men tey hava als onki, heldur ikki vatn, meðan vit ganga her og oveta okkum, hava stórar trupulleikar av fita, tað er til at fáa ringa samvitsku av, so tað battar. Vit kunnu ikki senda matin sum annars fer í ruskspannina, men vit kunnu geva pening, og biðja til Gud um at hjálpin kemur á rætta pláss, kemur fram til hesi neyðars fólk.
Vit hoyra frá nýggja formanninum í Reyða Kross, Hjalta í Jákupsstovu, at har í Somalia eru professionel fólk, sum arbeiða og gera, at gávan kemur fram
Øll kunnu vit lata nakað. Vit føroyingar vera ofta róstir fyri at geva so nógv, men eg ivist ikki í, at vit kunnu geva nógv meiri.
Hvussu kunnu vit goyma pening í bankanum ella undir madrassuni, tá vit vita, at neyðin er so stór!!! OG TAÐ GER MUN. Alt ger mun, segði Snopprikkur, og tað er so sannheit, sum tað er sagt.
Latið okkum nú taka saman hendur og fara í kistubotnin og bankan og geva, ikki bara av yvirflóðini, men GEVA.
Gud elskar ein glaðan gevara.
Tað verður mangan tikið til homuseksualitet í Sodoma og Gomorra, men tað var sanniliga ikki einasta syndin har, tann størsta syndin var, at tey gloymdu tey fátæku og høvdu tó nokk av breyði. Og lati okkum eisini læra okkara børnum at geva.
e.s. Ongin hevur nakra umbering fyri ikki at geva.