Til Føroya Lívstrygging

   

Ódugnaskapur á Føroya Lívstrygging, nei, tað fái eg meg illa at trúgva uppá, men hví er tað so galið, at eitt partafelag við yrkisnevnd og stjórn, ikki klárar at svara einum spurningi eftir 6 mánaðum?
Føroya Lívstrygging er eitt monopol, sum sær út til at liva av sínum kundum og ikki fyri sínar kundar. Hetta er ógvuliga harmiligt, og skuldi tað fingið avleiðingar fyri monopolið.
Í nógv harrans ár hevur umberingin hjá Føroya Lívstrygging verið, at alt gongur so seint fyri seg, tí tað verður arbeitt við at betra tað tøkniliga á telduøkinum.
Er hetta tann veruliga orsøkin til, at tað ganga 6 mánaðir uttan at ein kundi ella brúkari fær eitt svar upp á ein rímuliga greiðan spurning, ja, so er tíðin komin til at nevnd og stjórn taka avleiðingar av hesum og ikki bert lata tað fara aftur við borðinum.