Í vikuni fara Heini Weihe og Charles Jacob Olsen til Onglands at taka lut í einari fiskikapping uttan fyri býin Weymouth í Suðuronglandi. Magni Blástein er longu farin niður at kanna umstøðurnar, og aftrat sær fáa teir tríggir føroyingarnir ein dana, tí skulu teir luttaka sum lið er neyðugt við fýra luttakarum.
Heini Weihe sigur við Sosialin, at hetta er fyrsta ferðin, at teir luttaka í slíkari kapping, og til tess at sleppa at luttaka, máttu teir verða limir í einum góðkendum fiskifelag.
- Vit hava tí melda okkum inn í Dansk Havfisker Forening, men vit hava annars stovnað okkara egna felag í Føroyum, og tað fara vit at royna at fáa góðkent, meðan vit eru niðri í Onglandi, sigur Heini Weihe.
Tað er annars sum skilst Magni Blástein, sum er primus motor í ætlanunum at taka lut í hesi kappingini. Hann var við í teirri kappingini, sum Smyril Line skipar fyri, og har kom hann so í samband við menn, sum hava áhuga fyri hesum frítíðarítrivi, og gjøgnum hesar og umvegis alnetið hevur Magni so funnið fram til hesa kappingina í Weymouth.
Heini Weihe sigur, at teir longu fyri einum ári síðani byrjaðu at leggja ætlanir um hesa kappingina, so hetta er ikki nakað, sum knappliga hevur stungist upp á teir tríggjar. Og hóast ein dani so verður við á liðnum, og sjálvt um tað er ígjøgnum eitt danskt felag, at teir luttaka, so verður tað kortini sum eitt føroyskt lið.
Fleiri disiplinir
Kappingin byrjar mánadagin 10. september og heldur fram til fríggjadagin, tá seinasti kappingardagur er.
- Kappast verður í fleiri ymiskum disiplinum. Lutur verður kastaður um, hvør verður á hvørjum báti, og tað er longu farið fram. Tað er ikki soleiðis, at føroyingarnir verða saman á einum báti, eg haldi tað er bert tann eina dagin, at tveir okkara verða á sama báti, sigur Heini Weihe.
Annars eru bátarnir soleiðis í stødd, at millum fýra og tíggju mans eru umborð á hvørjum báti. Skiparin virkar samstundis sum dómari, og kappast verður í ymiskum »greinum« teir ymsu dagarnar.
Fiskað verður við tráðu, og tað er bert loyvt at hava tveir húkar, tað vil siga antin ein vanligan pilk ella tveir stakar húkar. Verður eitthvørt knýtt í omanfyri vanliga húkin, verður hetta eisini at rokna sum húkur,
Kappingin er rættiliga væl vitjað, og roknað verður við einum 200 luttakarum ymsastaðni frá. Kappast verður bæði millum lið og millum einstaklingar. Fiskasløgini eru eisini ymisk og telja eisini ymiskt, tá lagt verður saman.
Heini Weihe sigur, at kappingin endar við einari gallaveitslu leygarkvøldið, har vinnararnir fáa steyp og heiðursmerki handað.