Til floksformenninar á Føroya løgtingi

Vinafelagið Føroyar-Ísrael loyvir sær við hesum at heita á Føroya løgting um at stuðla Ísrael – sum føroyingar so mangan hava gjørt – nú landið verður hótt sum sjáldan áður.

Hendan hóttanin er ikki hernaðarlig men politisk og diplomatisk, tí nú í september fer ST at atkvøða um at viðurkenna ‘palestinska statin’. Væntandi verður meiriluti fyri, tí eini 110 limalond, t. m. øll tey arabisku og muslimsku, hava longu boðað frá undirtøku.
Til henda ‘palestinska statin’ ætlar ST at tvinga Ísrael at lata burtur av sínum lítla landaøki, so tað verður nærum vónleyst at verja.
Flestu arabisku tjóðirnar viðurkenna ikki Ísrael sum sjálvstøðugan stat ella serskilda tjóð. Palestinar eru ikki áhugaðir í at fáa sín stat burtur av Jordan ella Egyptalandi. Palestina varð sum kunnugt í 1921 býtt í tveir partar. Jødar fingu og góðtóku sítt land vestan fyri, og palestinar fingu sítt land eystan fyri ánna Jordan, sum teir tó ikki góðtóku. Aftur í 1947 staðfesti ST eitt uppbýti av landaøki til arabar og jødar. Við støði í hesum varð staturin Ísrael lýstur og viðurkendur í 1948.
Arabisku grannalond Ísraels hava ikki enn viljað givið palestinum eitt heimland burtur av teirra ovurstóru landaøkjum, heldur ikki hava teir boðið palestinum at verða integreraðar í arabisku grannatjóðirnar. Tey siga seg jú øll vera sama fólk við sama máli og somu trúgv.
Í royndini at skapa frið, gav Ísrael - í 2005 - Gaza frá sær til palestinar at ráða yvir. So skuldi alt verið gott, men úrslitið gjørdist, at yvirgangsfelagsskapurin Hamas tók ræðið í Gaza og gjørdi landslutin til eitt yvirgangsreiður, stuðlað við Iranskum rakettum, at senda inn í Ísrael – einans fyri at oyðileggja og drepa so nógv sivilfólk í Ísrael sum gjørligt.
Tosið um ‘frið í Miðeystri’, um bert Ísrael letur meira og meira landaøki frá sær, er høpisleys hugsan. Ísrael er nevniliga einasta demokratiska land har á leið og virðir samstundis ST-mannarættindini.
Flestu føroyingar eru vinir Ísraels. Tí heitir Vinafelagið Føroyar-Ísrael á politisku flokkarnar á løgtingi um á formelt rættan hátt at biðja løgmann og landstýrið at boða donsku stjórnini frá, at hon ikki eigur at atkvøða vegna Danska Ríkið í ST fyri einum ‘palestinskum stati’ í Miðeystri, soleingi leiðslan hjá palestinum, Al Fatah og Hamas, ikki vil góðkenna Ísraelska statin, men ynskir hann strikaðan av heimskortinum.
Virðiliga,
Vinafelagið Føroyar-Ísrael
www.shalom.fo < HYPERLINK "http://www.shalom.fo" www.shalom.fo>