Til gongu móti krabbameini

Kristi Himmalferðardag fara seks rovarar hjá KFUM-skótunum í Havn at ganga av Selatrað til Havnar. Endamálið við túrinum er at savna inn pening til børn við krabbameini umframt at byggja eina skótasmáttu


- Hvat við at keypa eina lýsing á afturpartinum á einum skóta, ið fer til gongu av Selatrað til Havnar? Møguleikin fyri at lýsingin verður sædd fær í øllum førum illa verðið betri. 105 kilometrar hava seks rovarar hjá KFUM skótunum í Havn nevniliga sett sær fyri at leggja afturum seg Kristi Himmalferðardag, 25. mei og vóna teir nú, at fólk og fyritøkur fara at nýta høvi at stuðla teimum við eini upphædd. Helvtin av peninginum, ið kemur inn, hava rovararnir gjørt av at lata foreldrabólkinum at børnum við krabbameini, meðan hin helvtin skal brúkast at byggja eina skótasmáttu fyri.
Gongur væl
Ein av ungu monnunum, ið fer til gongu Kristi Himmalferðardag, er Bogi F. Sigurstein. Hann og hinir fimm rovararnir venja longu dúgliga til langa túrin, sum teir fara at ganga út í eitt uttan steðg. Av Selatrað gongur leiðin fyrst til Strendur, so í Skálabotn, upp um Eiðisskarð, yvir um brúnna í Sundalagnum, upp um fjallið til Kollarfjarðar og eftir Oyggjarvegnum til Havnar, har teir enda túrin í húsinum hjá KFUM skótunum.
Bogi greiðir frá, at eftir at hava gjørt av, at túrurin eisini skuldi hava eitt vælgerandi endamál, samdust teir skjótt um, at helvtin at peninginum skuldi fara til børn, ið eru rakt av krabbameini. Hina ætla teir at brúka til at byggja eina skótasmáttu fyri nærindis Havnini. Sum er hava KFUM skótarnir hús á Selatrað og á Kambsdali, men hetta er heldur langt at fara hjá teimum yngstu skótunum og teirra ungu leiðarum.
Higartil hevur gingið rættiliga væl at savna pening inn til tiltakið, einar 35.000 kr er tað vorðið til í alt, metir Bogi, men enn er møguleiki at stuðla tiltakinum.
Umframt at keypa lýsingar er eisini høvi hjá privatfólki at stuðla tiltakinum við eini upphædd fyri hvønn kilometur. Meir fæst at vita um tiltakið og møguleikan at stuðla á tlf 31 31 21 ella 51 31 21