Tað vera tvey landslið sum fáa eitt "Wildcard" til HM-endaspælið í manshondbólti, ið verður leikt í Kroatia, Noregi og Danmark, dagarnar 14. januar til 2. februar í 2025.
HER ber til at lesa eina grein um, at serliga Sveis heldur, at teir skulu fáa eitt Wildcard, tí teir aftaná tap í brotskastskapping móti Slovenia vóru tað tapandi liðið, ið var nærmast at røkka HM-endaspælinum. Vanligt er, at nógv hondbóltssambond kring heimin biða um at fáa eitt Wildcard.
Til HM-endaspælið í 2023, sum var leikt í Svøríki og í Pólandi valdi altjóða hondbóltssambandið, IHF at geva tveimum evropeiskum liðum, Slovenia og Niðurlondum eitt Wildcard í part, og harvið luttøku í HM-endaspælinum í 2023.
Tá Niðurlond og Slovenia fingu Wildcard fyri tveimum árum síðani vóru millum høvuðsorsøkirnar, at Niðurlond og Slovenia gera nógvar íløgur í framtíðina hjá hondbóltinum í teirra londum. Og Slovenia og Niðurlond høvdu gjørt nógv fyri at gera hondbóltin sjónligan í teirra londum, og hava harvið tryggja, at hondbólturin mennist og veksur í teirra londum.
Tað eru so kriteriir, ið HSF avgjørt stendur fyri. Tað gevur so eina vón um, at IHF fer at hyggja henda vegin tá avgerðin um Wildcard´ini fellur ein av komandi døgunum.
Í 2023 slóg IHF fast, at tey høvdu gjørt fleiri greiningar áðrenn avgerðin var tikin hvørji tvey landslið fingu eitt Wildcard til HM-endaspælið.
Lutakastið til innleiðandi bólkarnar í HM-endaspælinum verður mikudagin 29. mai.