Ikki var ein meir enn komin inn um dyrnar, so varð dekkað borð við fínasta stelli og heimabakaðum drýli og trumfi. Svangur mátti man ikki verða. Tá so etið var, ja so skuldi man spæla kort. Vóru tað bara vit báðar, so spældu vit Túsund, og ofta komu Alma og Erna á gátt. Vóru vit fleiri, so spældu vit Sjavs. Hetta við kortum og spæli hevur altíð verið eina partur av tí at vera hjá ommuni.
So leingi eg kann minnast, eri eg komin nógv hjá ommuni og abbanum. Til eg var eini 13 ár, var eg har hvørt vikuskifti. Eg hjálpti teimum at gera reint og keypa inn, men ongantíð skuldi eg gera ov nógv. Eitt gólv at støvsuga ella vaska, tað var nokk.
Einaferð keypti omman eitt spæli-bingo, og hetta hugnaðu vit okkum nógv við. At ommuni dámar at spæla bingo, vita ivaleyst tey flestu her um leiðir, tí omman er fastur fúsur á bingo, tá tað er.
Altíð hava tey verið góð við okkum børn. Abbin segði altíð frá søgum. Tá hann var undir Íslandi og í Onglandi. Hetta elskaði eg; at sita hjá abbanum og lurta, meðan hann trallaði, sum eg kallaði tað.
Tá so farið varð til songar, svav eg altíð hjá ommuni. Har bóðu vit altíð Faðir Vár, og omman las úr Lestrarbókini.
Nú, omman verður 90 ár, eru uttan iva nógvar søgur at siga frá og nógv minnir í huganum. Og enn er tað líka hugnaligt at sita og lurta eftir, tá hon sigur frá.
Góða omman; minnini eru nógv, og nógv er at vera takksom fyri. Og tú skal vita, at minnini um mín barndóm í Sumba og eisini seinni, nú eg eri vorðin vaksin, verða aldrin gloymd. Tú hevur enntá verið og vitjað meg í Keypmannahavn 88-ára gomul. Ikki eru nógv, ið kunnu siga tað.
Ongin hevur haft betri ommu enn eg. Takk fyri alt!
Karla