Til Kristinu, núverandi mentamálaráðharra

Tú hevði verið mentamálaráðharri í stutta tíð, tá ið tú fekst at vita, at ov nógv var brúkt av kontuni til “sernámsfrøðiliga hjálp”. Men tú bað bara um eykajáttan og fekst hana uttan nakað hóvasták, tí tú vart so heppin, at tú visti einki um hetta. Eingin á tingi spurdi um nøvn, og eingin spurdi um ábyrgd, hóast onkur í útvarpinum nærkaðist hesum

“Eingi nøvn!” hugsar tú; og kortini er tað júst tað, hetta brævið snýr seg um – nøvn og ábyrgd (ella eingi nøvn og onga ábyrgd?).

Tí, tú segði so skilliga í útvarpinum, at tú ikki ætlaði tær at siga, hvør ið hevði ábyrgdina av, at ov nógvur peningur var brúktur. Men tú segði eisini nokk so óskilliga, um tú ætlaði at finna tann ella tey seku.

Og tað er her, eg ætli at blanda meg uppí.

Tí, Kristina! Jógvan, undanmaður tín í stólinum, gjørdi av at spæla við nøkrum opnum kortum. Men hann kom ikki longur enn at vísa 9-ini og lærarar teirra. Hetta gjørdi hann við pisakanning og at kalla pressuna saman og biðja hana fara út á gøtuhornini at rópa úrslitini.

Pisakanningin segði, at næmingarnir í 9. flokkunum eru umleið teir ódugnaligastu av øllum.

Men ongantíð bað Jógvan um at kanna t.d. hesar neyðugu fortreytir fyri einum góðum fólkaskúla:

 

Pengar, játtaðir av landi og kommunum

Føroya Læraraskúli

Embætisfólk tíni í mentamálaráðnum

Leiðslurnar í fólkaskúlanum

Skúlabygningar

Amboð at undirvísa við

Tilfar at undirvísa við so sum bøkur á móðurmálinum

Sálar- og aðrir frøðingar

 

Hvussu munnu okkara fortreytir at reka fólkaskúla vera, um vit bera tær saman við londini, sum luttaka í pisakanningum?

 

---

 

Pisakanningarnar framdi Jógvan. Men hann náddi ikki longur enn at siga, at royndir eisini skuldu vera í 4. og 6. flokkunum, og at úrslitini skuldu berast út á gøtuna.

Lýðin Jógvani, hevur tú, Kristina, skipað fyri royndunum í 4. og 6. flokkunum.

Sjálvur var eg tá lærari í støddfrøði í tveimum 4. flokkum í Eysturskúlanum, og um skamma stund – í september mánaði? – fert tú at biðja embætisfólk tíni at rópa, so tað gellur ímillum húsaveggirnar um alt landið, at eg eri ikki nóg góður lærari, og at fittu næmingar mínir hava lært ov lítið. Og so er tað, Kristina, at eg næstan sjálvandi spyrji, hví eg og næmingarnir; men ikki hon/hann ella tey, sum skipaðu soleiðis fyri, at ov nógvur peningur var brúktur – hví ikki teirra nøvn?

 

---

 

Fleiri av tínum nærmastu embætisfólkum hava verið lærarar í fólkaskúlanum: Olavus, Jenny, Janus og Emmy.

Ein teirra sigur í Skúlablaðnum fyri stuttum, at í Eysturskúlanum verður undirvíst í tí nýmótans námsfrøðini, sum verður nevnd “teir mongu førleikarnir”.

Tað er satt, at stjórin í Eysturskúlanum onkuntíð hevur tikið hesa námsfrøði fram. Ja, onkur vildi kanska sagt, at hann av og á veruliga hevur roynt at blást hana upp og rent mjølið tann vegin, at vit lærarar í Eysturskúlanum skuldu undirvísa eftir “teimum mongu førleikunum”. Men Kristina. Sakin er tann, at eg undirvísi slettis ikki eftir hesari námsfrøði; og hóast eg havi spurt nokk so dúgliga, so hevur ikki hepnast mær at finna nakran lærara í Eysturskúlanum, sum sigur seg vera í námindi av hesum leiðum... Men hesin fulltrúi tín sigur seg vita, og sjálvandi veit hann – tað er eisini tí, hann er førur fyri at verða tær góður í ráðum. Fari tí at spyrja teg: 1. Er tað sætt, at stjórin hevur – og eg endurgevi fulltrúan – “sett í verk undivísingarligu meginreglurnar við teimum sjey førleikunum/intelligenser” í Eysturskúlanum? 2. Hvør hevur sagt MMR, at hetta er sett í verk í Eysturskúlanum?

Nú hugsar tú kanska, at eg skal ikki skriva um navngivnar fulltrúar – tí hóast 4 eru nevndir, so er rættiliga lætt at finna hann, sum eg havi skrivað um – ella stjóran, hóast hann slettis ikki verður nevndur við navni. Tað er ikki so grúiliga langt í frá, at eg eri samdur í hesum.

Men kortini er tað júst hetta MMR ger í pisa- og kanningunum av 4.- og 6. flokkunum. Nøvn verða ikki nevnd; men tað er kortini lætt at seta navnið á rætta lærara á fleiri av úrslitunum. Bæði í pisakanningunum, har úrslitini eru kunngjørd, og eisini í teimum, har úrslitini fara at fyriliggja í september. T.d. í Eysturskúlanum. Her eru tveir 4. flokkar, og eg havi báðar flokkarnar í støddfrøði. Hvussu næmingarnir í hesum báðum flokkum hava klárað seg í mun til aðrar flokkar/skúlar, fara tit at kunngera fyri almenninginum. Hví fjalir tú ikki mítt navn eins og tú fjalir nøvnini á fultrúum tínum?

So ger tú, sum eg geri í hesari grein: Skriva bara nøkur nøvn og sig, at tað er onkur av hesum, sum er sekur í, at ov nógvur peningur var brúktur. Men minst til, at fjala tann seka so illa, at øll, sum vilja, skulu megna at finna hann. Hetta er jú starvsfólkapolitikkurin, sum MMR rekur, tá ið tað snýr seg um lærarar. Og sum almennur “stovnur” skal MMR fara líka við øllum. Er tað ikki so?

Fari at venda eitt sindur aftur til hasar pengarnar. Onkur hevur so tikið avgerðina at brúka ov nógv; men peningurin var ikki brúktur í ein dag ella í eina viku. Nei, tað má hava vart í nakrar mánaðir. Varnaðist eingin alla hesa tíð, at her gleið skeivan vegin? Eru her eingi nøvn at teska út í lotið?

Tá ið hesi tøl úr bókhaldinum høvdu smoygt sær ímillum rivurnar á eygunum á embætisfólkum tínum, og onkur hevði rembt sær, harka og sagt, at her ruggaði ikki rætt, nevndi tá eingin um ábyrgdina av hesum skeiva ruggi, at hana áttu tit sjálvi? Var tað heldur eingin av fulltrúunum við rótum í fólkaskúlanum, sum søgdu tær, at nú mátti tú fara varisliga fram, og at tú mátti ikki revsa næmingarnar, foreldur teirra og kanska lærararnar, fyri feilin, teir sjálvir høvdu ábyrgdina av? At tú mátti ikki fara upp á fjallatindarnar at spjaða ræðslu og angist oman ígjøgnum líðirnar um, at nú fóru færri pengar at verða játtaðir til sernámfrøðiliga hjálp.

Søgdu hesi embætisfólki tíni ikki, at tú heldur skuldi leggja alla ábyrgd á herðarnar á teimum sjálvum, og at tú eyðmjúk skuldi fara oman á sjóvarmálan við teimum í hølunum og spakmælt teska niðan í grønu líðirnar, at tú viðurkendi feilirnar, embætisfólk tíni høvdu gjørt, og at tú skjótt fórt at siga nøvnini á teimum seku. Síðani skuldi tú fara í Løgtingið við trupulleikanum og ikki sørt hám biðja um fleiri pengar.

Og, Kristina, um so skuldi verið, at tú hevði vitað um hendan feilin, hevði tú tá ikki sjálv farið í Løgtingið og sagt: “Feilurin er mín! Takið høvur mítt; men latið næmingarnar, foreldur teirra og kanska lærararnar fáa frið”? Er tað ikki hetta, eg skal læra næmingarnar? At taka ábyrgd av egnum gerðum!

Hetta var tað.

Og nú siti eg við einum smakki í munninum av, at eg kanska verði ákærdur fyri ikki at vera loyalur ímóti harrakortunum – stjóranum í Eysturskúlanum og tær og tínum embætisfólkum.