Til Løgtingsins formansskap: Kæra um John Johannessen

Á tingfundinum, mikudagin 25. mars, fór ein hending fram, har 3. næstformaður, John Johannessen, eftir meting undirritaða breyt allar reglur, krøv og vanligan fólkaskikk, ið krevjast mugu av tingformanssessinum, sum leiðir løgtingsfundirnar

Fleiri ferðir er tað komið fyri, at John Johannessen, meðan hann røkir tingformanssessin í salinum, ikki hevur tamarhald á sínum orðum, men ger partapolitiskar viðmerkingar til røðarar - og hartar serliga røðarar úr øðrum flokkum enn hansara egna og serstakliga úr andstøðuflokkum.

Hendan mikudagin bar tó av. Seint út á seinnapartin, sat John Johannessen í formansstólinum, tá ein áhoyrari kom innar í tingsalin við áhoyraraplássini.

Hesin áhoyrari arbeiðir sum fjølmiðlafólk í Miðlahúsinum, og er samstundis forkvinna í unga Tjóðveldinum.

Tá John Johannessen bar eyga við áhoyraran, segði hann frá formanssessinum nakað soleiðis (siterað eftir minninum): "Ja, nú kom so eitt umboð fyri Tjóðveldisútvarpsstøðina inn í salin..."

Hvat John Johannessen hevur av partapolitiskum hugsanum, fordómum ella vreiði mótvegis øðrum, er hansara søk. Og hann hevur fullar møguleikar at gera vart við seg í almenninginum um sínar hugsanir, har hann kann setast til svars fyri sínum útsagnum.

Men at ein tingformaður, ið skal ansa eftir, at tingfundir og røðarar halda seg til tingskipan, reglur og vanligan fólkaskikk, velur at siga slík orð frá tingformanssessinum, ið verða varpað út til almenningin, brýtur øll krøv, ið setast mugu einum tingformanni:

- við partapolitiskum álopi niðurger hann sum tingformaður alment ein vanligan ungan borgara og áhoyrara fyri sítt starv og sína politisku áskoðan;

- hann niðurger umvegis formanssessin ein fjølmiðil í Føroyum og setur spjaldur á hann;

- hann niðurger umvegis formanssessin alment størsta politiska flokk í Føroyum og øll tey, ið stuðla honum og virka í politiskum arbeiði fyri honum;

- hann undirgrevur alla ta tign og sømd, ið eigur at vera fyri tingsins virki og arbeiði - tá ið sjálvur tingformansessurin verður nýttur til at gera seg inn á áhoyrarar, ið ikki hava talurætt á tingi, og til at gera seg inn á persónar, flokkar og hugsanir, ið ikki hóva tí, ið situr í formansskapinum.

Her er sostatt talan um grova misnýtslu av formansessi tingsins, har John Johannessen ger seg inn á allar grundleggjandi fortreytir í einum fólkaræði og í einari parlamentariskari skipan.

Heitt verður tí á formansskapin um sum skjótast at viðgera hesa kæru og taka neyðugar avleiðingar.