Veldugur vart tú Gud mín, tá himin og jørð vóru til,
tó ikki minni eg undrist, at tú gav mær vit og skil,
tú gavst mær oyru og eygu at skyna ljóð og lit,
tó skaparaverkið stóra ei skilir hitt bjartasta vit.
Í mikla mannaskara, eg eri bert lítið fon,
og tó var hon ei mín móðir, meg nevndi sín einkarson
við kærleika hon meg aldi og knýtti so fast at sær,
so tætt, at eg ei føldi, hon ikki mín móðir var.
Tí vil eg teg móðir kalla, ið móðirhjarta ber.
Tær móðir vil eg geva allan heiður, ið er
mín egna var tikin burtur so tíðliga, eg minnist tað ei,
og hennara gumma vart tú, so báðum tú fylgdi á leið.
Nú ert tú vorðin so gomul, tú náddi heila øld,
tú einsamøll hórar eftir úr miklari mannafjøld.
Hann, sum tær gav lív og evni so langan ein arbeiðsdag,
Hann verði í ferðini við tær til ytsta ægisvað.
John Reynbú