Til minningar um elskaða pápa mín

Dánjal Sjúrður Ennistíg f. 10.06.1956 d. 30.102005



Takk fyri alt tú lærdi meg
sum eg havi við mær á mín veg
kærleika, umsorgan tú vísti mær
ja, nógv eg havi at takka tær
 
Ja, nógv eg minnist aftur á
á songarstokki tú sæt mær hjá
fortaldi søgur og sang um Hann
sum hekk á krossi, og blóð Hans rann
 
Góði babba tú hvílur nú
hjá Gudi, heima í Himnabúð
vit møtast har heima aftur ein dag
har saman vit syngja takkarlag
 
 
dóttir tín Sólvá