Til minnis um bróður mín

26. mars vóru 40 ár liðin, síðan »Nólsoyar Páll« fekk vanda sjógv in 150 fjórðingar vestan fyri Mykines og legði seg 70 stig í bakborð. So spyrji eg meg sjálv an: Hvar er tíðin farin? Jú, 40 ár eru liðin.
Teimum, sum vóru eftir heima. Hesir menn, sum ikki verða nógv um talaðir, ei heldur kunnu siga sjó num farvæl, um teir fáa avslag um bláu bók, og eingin pensjón stendur og bíðar.
Við hesum skipi, sum sigldi vestur gjøgnum Skopunarfjørð 26. mars í skýmingini og heils aði við floytuni sum vant, átti eg ein bróður, sum var 22 ára gam al. Hann æt Sofus eftir abba num í Garðinum í Skúvoy.
Sofus var giftur við Sannu av bóndagarðinum í Skopun. Tey áttu ein son, og gekk hon við barni undir belti, tá Sofus gekk burtur. Dóttirin, Sólfríð, bleiv fødd 16. juni, seks dagar eftir føðingardagin hjá pápa sínum, sum hon ongantíð slapp at síggja.
Sofus var raskur sjómaður og hevði siglt, síðan hann var 14 ára gamal. Sofus plagdi mangan at siga, at tað skuldi standa illa til, áðrenn hann fór aftur í ein gummibát.
Sum 14 ára gamal, meðan hann var á sildarfeltinum við »Marit­anu«, kom hann fast ur í spælið og fekk stóran skaða. Hann mátti sjórast í einum gummibáti ímillum »Maritanu« og »Tetis«. Hetta helt hann vera óhugnaligt í ringum veðri. Men seinni skuldi hann enda sín ar dagar í gummibátinum hjá »Nólsoyar Pálli«.
Tómrúmið var stórt eftir Sof­us. Hann var tann altíð glaði per­són­urin, sum kundi skemta sum fáur og fekk látur at runga uttan um seg, so hetta var eitt bak kast fyri foreldrini og okk um øll. Mangan havi eg hugsað, at móðir kom ong­an­tíð fyri seg aftur eftir henda miss av sínum næstelsta soni.
Eg minnist nógv uttan um hesa tíðina, sum gjørdi, at eg kom at hugsa nógv um ævin­leik an, og eg minnist okkurt. Alla halgannadag í 1966, tá fólkið byrj­aði at ganga norður á minnis varðan, segði eg við bróður, at vit skuldu fara norður og vera við til minningarhaldið, tí hetta var sama árið, okkara góði vin ur Niels Winthereig var deyður í Íslandi, og høvdu vit báðir verið saman við honum við »Nólsoyar Pálli«. Eg minnist, hvussu sjáldsama góður Niels var við ungdóm. At Niels var deyður, frættu vit umborð í Grønlandi. Eg gloymi ikki tey boðini. Eg minnist, at tá runnu tárini eftir kinninum, og eg krógvaði meg burtur.
Niels plagdi at vera stýri maður við »Nólsoyar Pálli«. Tá hesin reysti kappi doyði, var hann skipari á einum íslendskum báti, sum æt »Selnes«. Hann fór í land av skipinum. Meðan hann gekk niðan í býin, sá hann, at ein smágenta var í vanda fyri at koma undir ein buss. Hann leyp til og bjargaði gentuni, men kom sjálvur undir bussin og doyði.
Men aftur til prátið millum Sofus og meg. Tá vit komu í gongina í barnaheiminum, segði Sofus heldur stillisliga: Næsta allahalgannadag verður minningarhald um meg. Mamma hoyrdi og segði heldur ilsk: Slík­um skemtar mann ikki við! Men tað var ikki skemt, tað sá eg á bróður, tí okkurt álvarsamt kom yvir henda altíð so skemtiliga mann, sum fór so hóvliga inn í køkin í okkara fjálga barnaheimi, har mamma og pápi ofraðu seg fyri okkum systkin. Heimið var fjálgt, sjálvt um hetta ikki var nøkur borg.
Eitt annað, sum hendi, var, tá Sofus og ein annar fóru inn á Bø at siga farvæl. Tað var vanligt at siga farvæl hjá vinum og kenningum, tá teir fóru útaftur. Tá spurdi Jetta: »Hvør var hasin eini har? Eg sá ikki andlitið fyri einum ljósi.« Tá segði onkur av húsfólkinum: »Hatta var Sofus í Blásenda«. Tá helt hon heldur syrgin fyri: »So, so, væl signaður.«
Trúgvi Hansen var hin skopun­ingurin, og kendi eg hann væl. Vit høvdu siglt saman. Trúgvi var av raskastu monnum og hartil kvikur. Eftir henda reysta sjógarp sótu kona og tvær døtur. Trúgvi var ein av teimum 10 synunum hjá Jóhan Hendrik og Súsannu.
Hinir, sum fórust, kendi eg ikki persónliga. Annar var úr Skálavík, Vagnur í Geil. Hann bar orð fyri at vera av raskastu sjómonnum, sum geilamenninir hava verið. Tann fjórði var úr Miðvági og æt Jonleif. Eftir hann sótu kona og barn.
Jú, havið hevur givið manga krónuna, og mangar lastirnar hava verið førdar til landið, og við hesum gulli hava vit bygt hetta land. Jú, Føroyar hava átt og eiga eitt raskt sjófólk, ikki minst skulu vit vera takksom fyri teir, sum leggja rygg til at skaffa góð fiskifør til landið.
Men havið hevur so sanniliga kravt sítt afturfyri, tað er Skop un besta dømi um. Minnis­stein ur in talar fyri seg. Bygdin er ung til bygd at vera. Bygd í 1833. Nógvir eru teir, sum eru nevndir á steininum, so prísurin er høgur, sum havið setur á, og sum henda unga niðursetubygd hevur goldið fyri.
Eina av seinastu ferðunum, eg sá bróður, stóð hann í ganginum í barnaheiminum við mjólkar­spann í hondini. Hann kom bara í hurðina at siga góða nátt og farvæl, tí hann var giftur inn á bóndagarðin. Hann kom úr Gørðum, hann hevði eina bíbliu undir hondini, sum hann hevði fingið frá Molly úr Gørð um.
Tað lýsti eitt bros um andlitið, helst tonkti hann, at hetta sá eitt sindur skemtiligt út, at ganga við bíbliu. Hesa bíbliuna hevði Sofus fingið til gávus frá Molly. Sofus kom nógv inn í Garðar, og helst hevur henda stilla kvinna tosað um Jesus við bróður.
Tá eg hugsi um Sofus, sum eg var saman við til skips, so minnist eg hann sum ein eldri mann. Men í veruleikanum var hann bara 22 ár, tá hann doyði, og eg 16 ár. Munurin virkar so stórur í hesum aldrinum!
Jú, bróðir, tú var í nógvar mátar mín fyrimynd við tínum treysti og treiskni. Tú tók meg undir tínar veingir, tá eg sum drongur fór til skips við tær. Góður var tú við meg, tað skal tú eiga, men tú visti eisini at siga mær, hvussu ein kundi blíva rættur maður. Tú spardi ikki at siga tína meining. Eg haldi, tú vildi hava meg við aftur henda lagnutúr. Men bróðir, eg hevði tikið eina støðu líka treiskur sum tú, at nú var slutt á sjónum. Ein stutt karriera. Eg fór í læru. Vit báðir sigldu sam an í umleið trý ár.
Eg fari at enda her. Soleiðis kann henda, tá alt sær ljóst út. Sofus og Sanna vóru eitt lívs glatt par, sum sá heimin so opna n fyri framman saman við sínum.
Eg fari ongantíð at gloyma teg, tí sum eg havi nevnt, so var tú so lívsglaður, og ein slíkur persónur smittar á onnur.
Sofus var lættur at vera sam an við og dugdi væl at siga frá. Tað hevði hann ikki frá fremmandum. Sofus hevði siglt nógv við M/S »Gudmundi« av Tvør oyri og plagdi mangan at siga frá túrum við hesum skipi, bæði í gaman og álvara.
Jú, tað siglandi og arbeiðandi fólkið hevur havt harðar dagar í okkara landi fyri at klára seg, tí krøvini eru stór. Men hetta hava verið og eru kempur í okkara landi.
Men bróðir, mín vón er, at vit skulu møtast aftur, har eingin grát­ur og pína er. Annars, bróðir, takki eg fyri ta tíð, sum mær untist at vaksa upp saman við tær. Eg fari altíð at minnast teg sum nakað serligt.
Eg fari at enda við orðunum hjá P. M. Dam:


Hann baksast má for breyðið sítt
og balast hart og stríða
tann arbeiðsmaður, ofta títt
í armóð, neyð má líða.
Hann fosturlandi fagnað ber.
Teir frægu tó ei fata,
at uttan hansar’ hollu gerð
teir ongan munnin mata.

Gerhard